Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 17

METAL, SUM ERU HENT AT HAVA
15
Eginleikar hjá metalum
Nakrir eginleikar eru felags fyri øll metal:
1. Tey hava metalglans, t.e., at tey eru skínandi
blonk uttaná. Summi metal mugu vit kortini
fyrst pussa væl, áðrenn tað sæst, hvussu
blonk tey eru.
2. Tey leiða væl hita.
3. Tey leiða elektriskan streym.
Hóast hesar felags eginleikar, kunnu metalini tó
vera rættiliga ymisk. Tey kunnu vera bleyt ella
hørð, kunnu hava ymiskan lit, og tey kunnu vera
tung ella løtt. Talvan vinstrumegin vísir, hvussu
evnisnøgdin er í nøkrum kendum metalum, og
hvussu nógvur hiti krevst, at tey kunnu bráðna.
Metalini gull, silvur og platin eru í náttúruni sum
rein evni. Tað kemst av tí, at tey so treyðugt binda
seg at øðrum evnum. Tað legst ikki á tey.
Hini metalini eru bundin at øðrum evnum.
Summi eru løtt at loysa til rein metal, men onnur
krevja stóra evnafrøðiliga vitan, skulu tey verða
loyst úr einum evnasambandi til rein metal.
Í arbeiðsbókini eru venjingar, har tú kanst kanna
eginleikarnar hjá ymsum metalum.
Evnafrøði og samfelag
Í søgu hevur tú lært, hvussu kunnleiki til amboð
og vápn hava merkt samfelagsgongdina.
Tú hevur lært, hvussu fólk livdu í bronsuøld og
jarnøld. Og tú veitst, at vit nú á døgum umframt
jarn brúka nógv onnur metal. Tú veitst eisini, at
vit hava lært at gera onnur tilgjørd evni, sum ikki
eru í náttúruni, t.d. ymisk sløg av plasti.
Tað er skilligt, at evnafrøðilig vitan ávirkar søgu-
ligu gongdina og menningina hjá mannaættini.
Myndin vísir, nær nøkur tíðarskeið.
Neyvt samsvar er ímillum hesi tíðarskeið
og evnafrøðiligu vitanina.
2000
1000
0
1000
2000
3000
4000
Steinøld
Bronsuøld
Jarnøld
1...,7,8,9,10,11,12,13,14,15,16 18,19,20,21,22,23,24,25,26,27,...222
Powered by FlippingBook