Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 56

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
54
Eitt ikki-
metal
atom
kann lættliga taka nakrar
eyka elektronir inn í
ytsta skal!
Men so er jú avlop av
negativari løðing í
atominum!
Ikki-metalatom kunnu taka ímóti
elektronum og verða tá til negativar jonir.
Hvussu negativar jonir verða gjørdar
Ein møguleiki hjá metal-atomum at missa ytstu
elektronirnar er, at eitt annað evni er ført fyri at
taka ímóti elektronunum. Og tað eru fleiri ikki-
metal, sum soleiðis kunnu verða umgjørd til nega-
tivar jonir, sí mynd niðanfyri.
Tað hevur víst seg, at 8 elektronir í ytsta skali
gera ein serliga tryggan elektronbygnað. Tí vilja
serliga tey evnini, sum mangla eina, tvær ella
nakrar fáar elektronir í at hava 8 í ytsta skali, fáa
tær vantandi elektronirnar.
Sum dømi kunnu vit taka grundevni nr. 17, sum
er chlor, Cl. Her eru 2 elektronir í 1. skali, 8 í 2.
skali og 7 í 3. skali. Chlor vil fáa eina elektron
aftrat, so tað fær 8 elektronir í ytsta skal. Evnið
verður tá til negativu chlorid-jonina Cl
:
Oxygen-atomið hevur 6 elektronir í ytsta skali. Tí
tørvar so statt 2 elektronir at hava 8 í ytsta skali. Tí
fær oxygen-atomið 2 elektronir og verður til nega-
tivu oxid-jonina O
2–
.
8
7
2
17
Cl
Chlor
8
8
2
17
Cl
Chlorid-jon
6
2
8
O
Oxygen
8
2
8
O
Oxid-jon
2–
1...,46,47,48,49,50,51,52,53,54,55 57,58,59,60,61,62,63,64,65,66,...222
Powered by FlippingBook