Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 63

SÚRT OG BASISKT
61
V 1: Spreingikvæmt í turrum líki.
V 17: Sjálvkveikjandi í luft.
V 20: Vandamikið at anda í seg.
V 54: Eitrandi fyri plantur.
V 61: Kann elva til fosturskaða.
• • •
T 17: Andið ikki dustið í tygum.
T 39: Nýtið verndarbrillur / andlits
verju.
T 51: Gott luftskifti skal vera, har
evnið verður brúkt.
Her eru nøkur tilvildarlig dømi úr reglu-
gerð hjá Arbeiðseftirlitinum um vanda-
ásetingar (V) og trygdarásetingar (T).
Spreingikvæmt
Eitrandi
Eldkvæmt
Etsandi
Heilsuskaðiligt
Ørkymlandi
Av øðrum fyribyrgjandi tiltøkum kunnu vit nevna,
at tað er lógarkrav, at øll vandamikil evni verða
merkt við einum
vandatekni
. Hava vit t.d. eina
sýru við lágum pH-virði, skal fløskan verða merkt
»etsandi«. Myndirnar omanfyri vísa nøkur av
hesum teknum.
Arbeiðseftirlitið og apoteksverkið hava gjørt eina
útgreinandi reglugerð um vandaásetingar, merkt-
ar V1, V2, V3, . . . og trygdarásetingar, merktar
T1, T2, T3, . . . , sí høgrumegin.
1...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66,67,68,69,70,71,72,73,...222
Powered by FlippingBook