Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 62

SÚRT OG BASISKT
60
Sterkar og veikar basur
Til eru eisini sterkar og veikar basur. Sterkari basan
er, hægri er pH-virðið. Sterkar basur eru líka vanda-
miklar sum sterkar sýrur, og tær etsa líka illa.
Natriumhydroxid er sterk basa. Hon verður t.d.
brúkt til at »avsýra« gamlar, málaðar lutir. Natri-
umhydroxid verður selt undir ymsum nøvnum, t.d.
sum kaustisk soda og natronlútur. Natriumhydr-
oxid fæst eisini sum smáar perlur at loysa upp í
vatni.
Ammoniakk-vatn er basa. Tað verður brúkt í
ymsum reinsievnum, tí basur upploysa so væl fiti.
Til dømis er vaskievnið, sum brúkt verður í upp-
vaskimaskinum, basiskt.
At handfara vandamiklar sýrur og basur
Verða sýrur og basur handfarnar við skili, eru tær
vandaleysar, men óhapp kunnu sjálvandi altíð
henda. Hugsa tær eitt barn, sum drekkur av einari
fløsku við onkrum sterkum basiskum vaskievni.
Tá kunnu svølg og magi fáa so álvarsligan skaða,
at deyðin er vísur.
At byrgja fyri tílíkum óhappum verða serligir
barnatryggir proppar brúktir á fløskum við vanda-
milkum innihaldi.
Drongurin brúkar basu at fáa málingina av
einari gamlari dragukistu.
1...,52,53,54,55,56,57,58,59,60,61 63,64,65,66,67,68,69,70,71,72,...222
Powered by FlippingBook