Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 65

SÚRT OG BASISKT
63
Felagsroynd. Sterk svávulsýra
Vit lata 10 mL av fullsterkari svávulsýru í eitt
máliglas. Niður í máliglasið halda vit ein træpinn.
Hann brennist beinanvegin og verður svartur á liti,
sí mynd niðast á vinstru síðu.
Í eitt bikarglas (200 mL) lata vit 50 mL av flor-
melisi og stoyta so 10 mL av sválulsýru omanyvir.
Eftir lítlari løtu brennist sukrið og verður heilt svart.
Tað merkist væl, at glasið ornar av evnafrøðiligu
tilgongdini.
ÁVARING!
Til royndina verða brúkt bæði
brillur og skermur.
Fullsterk svávulsýra er ógvuliga
vandamikil løgur, sum skal handfarast
við skili.
Vit kunnu av hesi royndini ætla, hvat hevði hent,
fingu vit fullsterka svávulsýru á holdið. Hon hevði
brent seg inn í húðina, og givið okkum álvarslig
brunasár.
Eisini sýrudampi og basudampi skulu vit ansa væl
eftir. Vit skulu ikki stinga nøsina í fløskurnar við
sterkum sýrum ella basum. Rætti hátturin at tevja
damp er at veiftra hann at nøsini við hondini.
1...,55,56,57,58,59,60,61,62,63,64 66,67,68,69,70,71,72,73,74,75,...222
Powered by FlippingBook