Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 134

VIT KYNDA ELD
132
Neistin, sum fer ímillum
kupilin á generatorinum og
brennaran, festir í gassið.
Svávulpinnarnir eru
ein hent uppfinning.
Tendrarar
Tendarar eru í veruleikanum ein meira framkom-
in háttur at festa í við at sláa ein stein móti eld-
stáli. Í tendraranum er ein steinur og eitt lítið stál-
hjól. Tá ið tendrað verður, festa neistarnir frá stein-
inum í gassdampin í tendraranum.
Í øðrum tendrarum festir ein elektriskur neisti í
gassið.
Tað er lætt at vísa, at tað ber til at festa í eldfimt
gass við einum elektriskum neista.
Felagsroynd. El-tendrari
Vit seta bandgeneratorin í gongd, skrúva gassið
frá og halda brennaran nær at kuplinum á gene-
ratorinum. Tá sæst, at neistin beinan vegin festir
í gassið.
Svávulpinnurin, ein ótrúlig uppfinning
Vit hava nevnt, hvussu trupult tað hevur verið í
gomlum døgum at gera eld. Men um leið 1825
vórðu svávulpinnar (eldførispinnar) uppfunnir.
Í
Alisfrøði og evnafrøði 1
viðgjørdu vit brenning.
Vit sóu, hvussu evni, sum brenna, binda seg at
oxygeninum í luftini. Til dømis nevndu vit,
hvussu carbon brennur til carbondioxid:
Í svávulinum á svávulpinnunum vóru evni við
nógvum oxygeni í blandað við evnum, sum
brenna. Tí var oxygenið í luftini ikki longur ein
fyritreyt at fáa brenningina í gongd.
Í næstu felagsroyndini verður víst, hvussu eitt slíkt
vandamikið bland av evnum sjálvt kann festa í .
C + O
2
CO
2
1...,124,125,126,127,128,129,130,131,132,133 135,136,137,138,139,140,141,142,143,144,...222
Powered by FlippingBook