Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 152

VARMI OG ORKA
150
Varmi er orka, sum verður máld í
J (joule). Hiti verður máldur í
stigum, °C ella K (kelvin).
Hetta er
ísakalt.
Nú skal eg hjálpa tær.
Eg havi ein fullan ketil av
varmaorku!
Kom, lat meg verma teg.
Eg eri full í orku!
Orkuna í einum litri av
olju kunnu vit eisini fáa:
úr 1000 litrum av fjarhita-
vatni, sum kólnar 9°C í
radiatorinum,
úr einum 1000 W
varmaovni, sum stend-
ur frá í 10,3 tímar
ella úr 0,9 m
3
av jarð-
gassi.
úr 0,016 m
3
av turrari
furu ella gran, sum
verða brendir í ovni.
ella úr 20 sólskinstímum
ígjøgnum eitt vindeyga,
sum er 1 m
2
.
Í myndunum niðanfyri verður ávíst, hvussu sama
orkan kann verða fingin við ymsum upphitingar-
háttum.
Vit kunnu av hesum meta um, hvussu nógv orka
er í einum litri av olju, og skilligt er, at olja, sum
er løtt at fáa hendur á, er ein ógvuliga hent orku-
kelda.
Varmaorka
Orkuna, sum er goymd í brennievnum, kunnu vit
brúka at verma vatn, luft ella onnur evni.
Orka er eisini goymd í øllum føstum evnum, løgi
ella gassi, sum eru før fyri at verma onnur evni.
Orka er t.d. í heitum vatni.
Verður heitt vatn blandað upp í kalt vatn, ornar
kalda vatnið. Hetta brúka vit í heilum, t.d. tá ið vit
fara í bað.
Orkan, sum eitt evni hevur av sínum hita, verður
nevnd
varmaorka,
og orðið varmi er stytting av
orðinum varmaorka. Gev tær í hesum sambandi
far um, at vit á føroyskum í dagligari talu gera ikki
mun á hita og varma. Í alisfrøði tørvar okkum
bæði hugtøkini. Tí verður skilt ímillum hesi bæði
hugtøk:
1...,142,143,144,145,146,147,148,149,150,151 153,154,155,156,157,158,159,160,161,162,...222
Powered by FlippingBook