Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 161

VARANDI ORKUKELDUR
159
Vestmannaoyggjar. Í londum
við virknum gosfjøllum liva
fólk við óttanum fyri vanda-
miklum gosum. Afturfyri eiga
tey í jørðini eina ótømandi
orkukeldu, sum veitir teimum
varma og heitt vatn hvønn
einasta dag.
Heimurin brúkar nógva orku
Í mangar milliónir ár eru stórar goymslur av koli,
olju og jarðgassi gjørdar í jarðarskorpuni. Vit
nevna hesi evnini steinrunnin
(fossil) brennievni,
tí tey eru so gomul.
Steinrunnin brennievni eru enn álitið hjá heim-
inum, men orkunýtslan er nú so stór, at tey skjótt
verða uppi. Fer nýtslan, sum hon er nú, at standa
við, verður einki til eftirkomararnar um nøkur
hundrað ár.
Tí hevur nú í nøkur ár verið arbeitt við
varandi
orkukeldum.
Navnið hava tær av tí, at tær alla tíð-
ina endunýggja seg.
Varmi úr jørðini
Har, sum gosfjøll eru, t.d. í Íslandi, er ógvuliga
heitt niðri í jørðini. Tí ornar grundvatnið, og har,
sum tað kann seyra ígjøgnum poknut tilfar og
kann komu upp ígjøgnum rivur og sprungur, verða
heitar keldur, ella goskeldur (geysir).
Í Íslandi er grundvatnið ógvuliga heitt. 1,5 km niðri
í jørðini er hitin eini 250°C - 280°C. Grundvatnið
kókar ikki, tó at tað er so heitt. Tað er, tí at trýstið
er so stórt, og kókimarkið tí nógv hægri enn
vanligt.
Í Reykjavík eru fáir skorsteinar
Fólkið í íslendska høvuðsstaðnum fær orkuna til
heitt vatn og varma úr jørðini. Vatnið verður fingið
til vega við stórum boringum og verður so leitt til
býin ígjøgnum rørskipanir.
Nógv tey flestu hava bara hesa bústaðarupphit-
ingina. Tí eru so fáir skorsteinar í Reykjavík.
Strokkur. Trýstið í undirgrundini blæsir
heitt vatn og damp upp í loft.
1...,151,152,153,154,155,156,157,158,159,160 162,163,164,165,166,167,168,169,170,171,...222
Powered by FlippingBook