Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 168

VARANDI ORKUKELDUR
166
Tangi
Heitt
vatn
50°C
Pumpa
Bjálving
Sólarljós
Metalpláta
Metalrør
Kalt vatn 10°C
Felagsroynd. Hvussu sólorka verður
upptikin
Til royndina brúka vit trý eins kyksilvurtermo-
metur, sum verða løgd undir eina 100 W peru.
Einir 20 cm eru ímillum termometur og peru.
Peran er sløkt. Eitt termometur lata vit vera, sum
tað er. Eitt mála vit svart um niðara endan, har
sum kyksilvurið er, við einum tussjpenni, og eitt
verður málað um niðara endan við hvítum tussji.
So verður peran tendrað, og vit lesa hitan við jøvn-
um millumbili á øllum trimum termometrum.
Felagsroyndin vísir, at hitin veksur mest í svart-
málaða termometrinum.
Av royndini sæst, at svarmálaða termometrið sýg-
ur orkuna í ljósinum betur í seg enn hvítmálaða
termometrið og eisini betur enn blanka, ómálaða
termometrið. Hesi bæði seinastu kasta ein stóran
part av ljósinum aftur.
Nú skilja vit, hví metalplátan í sólfangaranum er
málað svørt. Ein glaspláta verjir svørtu metalplát-
una í sólfangaranum. Hon skal tryggja, at luft og
vindur ikki køla plátuna aftur. Men glasplátan
hevur eisini ein annan leiklut, sum vit nú skulu
kanna.
Hvussu virkar ein sólfangari
Ein sólfangari virkar í høvuðsheitum sum posin í
undanfarnu felagsroynd. Sólfangarin er ein svørt
metalpláta við rørum við vatni í. Rørskipanin
hevur samband við ein vælbjálvaðan goymslu-
tanga inni í húsunum.
Tá ið sólargeislarnir raka metalplátuna, ornar hon
og somuleiðis vatnið í rørunum. Heita vatnið fer
uppeftir og verður pumpað niður í goymslu-
tangan. Her vermir tað brúksvatnið til húsini.
Kølda sólfangaravatnið streymar so aftur til botn-
in á sólfangaranum. Har ornar tað aftur.
Vit kanna, hvussu orkan í
ljósi verður upptikin.
1...,158,159,160,161,162,163,164,165,166,167 169,170,171,172,173,174,175,176,177,178,...222
Powered by FlippingBook