Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 171

VARANDI ORKUKELDUR
169
Verður ein byrging gjørd, ber til at gera eina vatn-
goymslu. Meiri vatnið í goymsluni er, meiri er
orkan, sum vatnið goymir, og jú hægri á fjøll-
unum byrgingin er, meiri er orkan, sum kann verða
vunnin úr vatninum.
Sólin ger eisini vindin. Har, sum sólarljósið verm-
ir mest, fer heit luft uppeftir, eins og luftin um ein
radiator. Køld luft streymar til, og røringur kemur
í luftina. Tað nevna vit vind.
Vindin kunnu vit brúka at reka vindmyllur, sum
kunnu reka smáar el-generatorar.
Eftir at SEV hevur gjørt tvær byrgingar við
Eiðisvatn, er vatnið vorðið ein stór
vatngoymsla, sum veitir vatnorkuverkinum
sunnan fyri Eiði vatn úr norðara parti í
Eysturoy. Tá ið báðar turbinurnar á
Eiðisverkinum ganga, renna 10 tons av
vatni úr vatngoymsluni um sekundið.
Byrging við Eiðisvatn vestureftir.
1...,161,162,163,164,165,166,167,168,169,170 172,173,174,175,176,177,178,179,180,181,...222
Powered by FlippingBook