Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 179

SPARI‹ ORKU
177
Luft og bjálving
Turr støðuluft bjálvar ógvuliga væl – nógv betur
enn hini evnini, sum standa í talvuni framman-
fyri. Leiðitalið er bara 0,02. Tað merkir, at støðu-
luft bjálvar 40 ferðir so væl sum glas.
Tá ið eingin vindur er, hongur eitt tunt lag av
støðuluft at rútinum, bæði úti og inni. Tjúktin er til
samans nakað sum glastjúktin. Tað merkir, at tá ið
stilt er í veðrinum, bjálvar rúturin 40 ferðir so væl,
sum hann hevði blálvað, var eingin støðuluft.
Vit skilja av hesum, at glasið sjálvt hevur so lítlan
týdning fyri bjálvingina.
At einum betongveggi hongur eisini báðumegin
eitt tunt lag av støðuluft, sum bjálvar.
Termorútar
Hjá okkum er ofta vindur og regn. Tá er eingin
støðuluft uttan á rútinum. Tí brúka vit
termorútar
.
Termorútar hava tvey ella trý løg av glasi, t.d. 12-
15 mm, ímillum. Millumrúmini eru tøtt, og har er
støðuluft ella annað vælbjálvandi gass innibyrgt.
Í arbeiðsbókini kanna vit
varmamiss í vindeygum við
einkultum glasi og í vindeygum
við dupultum glasi.
Tá ið stilt er í veðrin-
um, veksur støðuluft
bjálvingina í einum
vindeyga munandi.
Í einum termorúti eru
tveir ella tríggir rútar
við innibyrgdari støðu-
luft ella øðrum bjálv-
andi gassi ímillum.
Hugsa vit okkum, at tvey løg av glasi eru í einum
termorúti, og at stilt er í veðrinum, eru 4 løg av
støðuluft heft at gløsunum. Er vindur, eru løgini
av støðuluft bara 3 í tali.
Eru 3 løg av glasi í rútinum, verða 6 ávikavist 5
løg av bjálvandi støðuluft heft at gløsunum.
Verða gardinur drignar fyri vindeyguni um kvøld-
ið, minkar varmamissurin meira. Royndir við at
draga gardinur fyri vindeyguni í stórum bygning-
um, t.d. skúlum, hava víst, at stórar upphæddir
kunnu verða spardar við tí.
Í arbeiðsbókini eru venjingar, har tit skulu kanna
munin á vindeygum við einkultum glasi og vind-
eygu við dupultum glasi.
Einkultur rútur
Støðuluft
Dupultur
rútur.
Innibyrgd
luft
1...,169,170,171,172,173,174,175,176,177,178 180,181,182,183,184,185,186,187,188,189,...222
Powered by FlippingBook