Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 181

SPARI‹ ORKU
179
30
25
20
15
10
5
0
Felagsroynd
Málið hitan í skúlastovuni og øðrum rúmum í skúl-
anum og vitið, um úrslitini samsvara við myndina
niðanfyri.
Væta í inniluft
Sethús nú á døgum eru væl bjálvað. Nógva bjálv-
ingin krevur, at húsini hava dampsperru, annars
kann væta seta seg í bjálvingina. Og vát bjálving
er verri enn eingin bjálving. Men dampsperran ger
so tað, at húsini vera tøtt, og vandi er fyri, at vætan
í inniluftini verður ov nógv. Tí mugu vit ansa eftir
at hava hóskandi luftskifti.
Hesi trý, bjálving, dampsperra og luftskifti, hanga
saman og mugu lagast hvørt eftir øðrum.
Er ov nógv væta í inniluftini, sæst tað á rútunum.
Døgg (kondens) legst á rútin. Um veturin sæst
vætan væl innan á vindeygum við einkultum glasi,
og enntá á termorútum sæst ofta døgg niðast á
rútunum. Men døggin legst eisini á útveggir, tað
sæst bara ikki so væl.
Hvíld Sitandi
Standandi Strævið Ógvuliga
strævið
Ov heitt
Passaligt
Ov kalt
1...,171,172,173,174,175,176,177,178,179,180 182,183,184,185,186,187,188,189,190,191,...222
Powered by FlippingBook