Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 178

SPARI‹ ORKU
176
Bjálving í vindeygum
Talvan frammanfyri vísir, at betong leiðir meira
enn dupult so væl sum glas, men betongveggurin
í einum húsum er nógvar ferðir tjúkkari enn rúta-
glas. Tí bjálvar betongveggurin væl betur enn
glasið.
Men tað er ikki øll søgan, tí
støðuluftin
ger sítt.
Støðuluft er tann stilla luftin, sum hongur at veggi
og rúti. Støðuluft bjálvar nógv betur enn bæði glas
og betong. Men kemur rák í luftina, streymar
varmi burtur við henni. Tað kunnu vit lættliga vísa
við roynd.
Felagsroynd. Bjálving, støðuluft og
luftrák
Eitt vítt royndarglas verður spent upp við botni-
num uppeftir. Ein varmaspiralur úr konstantani
verður settur upp í glasið og proppur settur í, sí
mynd a.
Skrúva so ljósið í stovuni niður og send streym í-
gjøgnum tráðin, so mikið, at spiralurin fer at gløða.
Vent nú glasinum, mynd b, so konstantantráðurin
verður niðast í glasinum. Tá sæst, at tráðurin gløð-
ir ikki longur.
Venda vit glasinum við aftur, gløðir tráðurin aftur.
Vit vita, at heit luft fer uppeftir. Royndin vísir, at
tá ið gløðitráðurin er ovast í glasinum, verður heita
luftin standandi ovast, og luftrák verður næstan
einki í glasinum. Luftin bjálvar, og varmin streym-
ar tí ikki burtur frá gløðandi tráðnum.
Tá ið glasið er endavent, er støðan øðrvísi. Heit luft
fer uppeftir, og køld luft søkkur á botn. Luftrákið
flytur alla tíðina varman burtur frá tráðnum, sum
ikki verður so heitur, at hann gløðir.
Støðuluft bjálvar ógvuliga væl.
Støðuluftin ovast í
glasinum bjálvar so væl,
at tráðurin gløðir.
Luftrákið í glasinum
kølir tráðin so væl,
at hann gløðir ikki.
mynd (b)
mynd (a)
Heita luftin
verður standandi
ovast í glasinum.
Heita luftin fer
uppeftir, og rák
kemur í luftina í
glasinum.
1...,168,169,170,171,172,173,174,175,176,177 179,180,181,182,183,184,185,186,187,188,...222
Powered by FlippingBook