Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 175

SPARI‹ ORKU
173
Tað ræður um at goyma varman
Tá ið vit verma eini hús, veksur varmaorkan í
teimum. Tá ið varmi er komin í húsini, og hitin er
vorðin javnur, er orkan støðug. Tá lekur líka nógv-
ur varmi burtur ígjøgnum gólv, loft, veggir og
vindeygu, sum húsini fáa frá orkukeldunum, t.d.
radiatorum.
Steðga vit upphitingini, fara húsini at kólna.
Hvussu leingi tað varir hjá hitanum at falla, til hann
er tann sami sum hitin úti, veldst alt um, hvussu
væl húsini eru bjálvað.
Vit skilja av hesum, at húsaupphiting er ein spurn-
ingur um at lata húsunum júst ta orkuna, sum tey
alla tíðina missa. Skulu vit spara orku, mugu vit tí
gera orkumissin í húsunum so lítlan sum møgu-
ligt.
Við bjálving royna vit at minka varmamissin. Í
Føroyum plaga vit at bjálva við glasull ella stein-
ull. Sjálvt byggitilfarið hevur eisini nakað at siga,
um húsini eru úr viði ella betongi. Í hesum sam-
bandi er hent at vita, hvussu tey ymsu evnini leiða
varma. Tí skulu vit nú siga eitt sindur um varma-
leiðing.
Varmaleiðing
Varmi breiðir seg eftir trimum meginreglum: við
ráki, helst ígjøgnum luft og vatn, við leiðing, helst
ígjøgnum metal og aðrar góðar varmaleiðarar, og
við geisling. Her fara vit at kanna varmaleiðing.
Ymiskt er, sum evnini leiða varma. Øll metal eru
góðir varmaleiðarar. Nærum øll onnur evni eru
vánligir varmaleiðarar t.d. træ, gummi, vatn, luft
og allar ringast: eingin luft.
1...,165,166,167,168,169,170,171,172,173,174 176,177,178,179,180,181,182,183,184,185,...222
Powered by FlippingBook