Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 167

VARANDI ORKUKELDUR
165
Sólvarmaskipanir
Tó at bara ein lítil partur av geislingini frá Sólini
rakar Jørðina, er talan um ógvuligar orkumongd-
ir. Sólargeislingin, sum rakar Jørðina í ein tíma,
er størri enn øll orkan, sum mannaættin brúkar í
eitt heilt ár.
Tað er tó ikki heilt einfalt at brúka sólorku. Ein
stórur partur av geislingini rakar heimshøvini og
landaøki, har einki fólk býr. Og økini á Jørðini,
sum fáa minstu sólorkuna, eru samstundis tey
kaldastu. Tey hava størsta tørvin á bústaðarupp-
hiting.
Sólorka kann verða brúkt bæði til upphiting og at
gera el. Til upphitingarendamál verður brúktur ein
sólfangari
, og til at gera el verður brúkt eitt
sól-
panel
. Panelið virkar sum ein spenningskelda, tá
ið ljós fellur á tað.
Í Føroyum ber ikki so væl til at brúka sólorku sum
í heitari londum, men kortini verða nakrir vitar hjá
okkum riknir við sólorku (sólpanelum).
At sólargeislarnir kunnu verða brúktir til upphit-
ingarendamál er lætt at vísa við einari einfaldari
roynd.
Felagsroynd. Einfaldur sólfangari
Vit stoyta vatn í ein plastposa og lata posan aftur,
vit festa eitt elastikk um ein propp við holi í. Í
holið seta vit eitt termometur.
Posan leggja vit á svart pappír, sum verður lagt út
í sólina. Vit lata posan liggja og mála við jøvnum
millumbili hitan í vatninum, sum tímin líður.
Tað sæst, at vatnið hitnar fleiri stig.
Hóast grátt er í veðrinum, er tað eina roynd vert
at vita, hvussu hitin broytist. Annars ber eisini til
at gera royndina inni og lata ljósið frá einari sterk-
ari peru lýsa á posan.
Einføld fyrimynd
av einum sólfangara.
1...,157,158,159,160,161,162,163,164,165,166 168,169,170,171,172,173,174,175,176,177,...222
Powered by FlippingBook