Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 165

VARANDI ORKUKELDUR
163
Varmapumpan
Í einari veruligari jarðvarmaskipan eru teir ymsu
partarnir – kølipláta, kompressari, vatnpumpa og
aðrir lutir – samanbygdir í eina eind.
Vit kunnu siga, at ein jarðvarmaskipan »pumpar«
varman úr umhvørvinum inn í húsini. Tí verður
hetta eisini nevnt ein varmapumpa. Í veruleikan-
um ber ikki til at pumpa varma; tað, sum verður
pumpað runt, er vatn ella annar løgur.
Slangan í grasvøllinum eigur at verða grivin so
langt niður í vøllin, at frost sleppur ikki at henni.
Tá kemur hitin í vatninum ongantíð niður á 0°C,
og varmapumpan kann lata húsunum varma, enn-
tá í kulda og kava.
Okkum nýtist ikki at óttast, at vøllurin verður so
nógv køldur, at skipanin steðgar, tí varmarákið
innan úr Jørðini vermir hann aftur so hvørt. Sólar-
ljósið ger eisini sítt til at verma vøllin.
Luftvarmaskipan
Tað ber eisini til at lata eina varmapumpu
taka varma úr luftini úti. Myndin vísir,
hvussu hetta verður gjørt.
Ein hóskandi løgur við lágum kóki-
marki er í einari rørskipan. Úti fær
løgurin varma úr luftini, so hann
verður til damp. Ein kompressari
trýstir dampin saman, so hann
aftur verður til løg. Tá letur
dampurin orkuna frá sær aftur.
Slíkar luftvarmaskipanir kunnu
virka, hóast hitin uttanfyri er
–15°C.
Nú kundu vit kanska hildið, at
jarðvarmi og luftvarmi vóru
bíligir, tí hitin í jørðini ella luft-
ini er ókeypis, men so er ikki.
Pumpurnar verða jú riknar við
el-orku.
Myndin vísir, hvussu kuldaskápið sær út
aftan. Vit síggja rørskipanina, sum virkar
sum varmaovnur. Niðast sæst kompress-
arin. Somu lutir eru í einari varmapumpu.
Luftvarmaskipan
Kompressari
Stikkkontakt
Her dampar
løgurin og
fær varma úr
luftini.
Ventilur
Her tættist løgurin
og letur varma
frá sær.
Kortini loysir tað seg at hava slíkar skipanir, eru
umstøðurnar tær røttu, tí tú fært meiri orku úr skip-
anini, enn tú brúkar at reka hana.
1...,155,156,157,158,159,160,161,162,163,164 166,167,168,169,170,171,172,173,174,175,...222
Powered by FlippingBook