Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 169

VARANDI ORKUKELDUR
167
Felagsroynd. Geisling ígjøgnum glas
Halt hondina einar 15 cm frá einari bjartari lampu.
Gev tær far um, hvussu hondin ornar av geisling-
ini.
Set nú eina glasplátu ímillum lampu og hond. Tú
merkir, at geislingin fer næstan ótarnað ígjøgn-
um glasið.
Halt síðan hondina 5-10 cm frá einum heitum
loddibolti ella heitum strúkijarni. Loddiboltur og
strúkijarn lýsa ikki, men vit merkja væl ósjónligu
varmageislingina frá teimum.
Set so aftur glasplátuna ímillum. Tú merkir beinan
vegin, at glasið tarnar varmageislingini.
Bjálving
Kalt vatn inn
Metalrør
Metalpláta
Glaspláta
Heitt vatn út
Ljósgeislingin fer lættliga ígjøgnum glas.
Varmageislingin verður tarnað í glasi.
Sólfangari.
Royndin vísir, hví sólfangarin er gjørdur sum á
myndini. Glasið loyvir ljósgeislingini at fara næst-
an ótarnaðari ígjøgnum. Í kassanum vermir geisl-
ingin svørtu metalplátuna. Plátan verður heit og
letur frá sær ósjónliga varmageisling, og av henni
sleppur bara ein lítil partur út aftur ígjøgnum glas-
ið.
Vit kenna hetta væl. Hugsa tær ein sólskinsdag við
einum køldum loti. Úti er svalligt, hóast sólin skín-
ur, men í einum bili, sum hevur staðið í sólini, er
steikjandi heitt. Tað er, tí bilurin virkar sum sól-
fangari.
Í botninum er sólfangarin væl bjálvaður, at varm-
orka heldur ikki skal sleppa burtur tann vegin.
1...,159,160,161,162,163,164,165,166,167,168 170,171,172,173,174,175,176,177,178,179,...222
Powered by FlippingBook