Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 173

VARANDI ORKUKELDUR
171
Biogass-skipanir
Á reinsiverkum, har sum frárensluvatn frá húsar-
haldum verður reinsað, verður evja sílað úr vatn-
inum. Evjan kann saman við tøðum frá bónda-
gørðum verða brúkt at gera gass. Tað verður gjørt
á biogass-verkum.
Evjan og tøðini verða løgd í tættar tangar, og luft
sleppur ikki at. Her rotnar tilfarið, og úr rotingini
kemur CH
4
, sum er methan. Methan brennur væl;
tað er sama evnið, sum er í jarðgassi.
Tá ið tilfarið, sum gassið er vunnið úr, er turkað,
kann tað eisini verða brúkt sum brenni. Tað kann
tó eisini verða brúkt sum tøð.
Gassið frá biogassverkinum á myndini omanfyri
verður brent í einum kraftvarma-verki. Verkið ger
el, sum teir veita brúkarunum, og frá brenningini
fæst orka, sum verður veitt somu brúkarum sum
fjarhiti.
Úr evju frá reinsiverkum og tøðum frá bónda-
gørðum ber soleiðis til at gera bæði el-orku og
varma.
Jarðgass, sum verður fingið úr boringum,
er mest methan, CH
4
. Kanska verður hetta
ein vanlig sjón undir Føroyum um nøkur
ár.
Biogass-verkið í Ribe í Danmørk. Verkið
fær fleiri hundrað tons av tøðum og øðrum
tilfari um dagin. Úr tilfarinum gera teir gass.
1...,163,164,165,166,167,168,169,170,171,172 174,175,176,177,178,179,180,181,182,183,...222
Powered by FlippingBook