SPARI‹ ORKU
175
Varmaleiðing í byggitilfari og øðrum
evnum
Til byggitilfar og bjálvingartilfar skulu vit brúka
vánaligar varmaleiðarar.
Í arbeiðsbókini eru venjingar, sum vísa, hvussu
varmaleiðingin er í ymsum evnum.
Evni sum betong, viður og glas leiða ikki væl
varma. Vit siga, at tey eru ringir varmaleiðarar. Vit
kunnu tó verma vatn í einum royndarglasi úr
tunnum tilfari. Tað vísir okkum, at evnini tó leiða
nakað.
Talvan høgrumegin vísir
leiðitalið
í ymsum evn-
um. Jú hægri leiðitalið er, tess betur leiðir evnið
varma.
Tølini siga okkum, hvussu ymiskt tilfar við somu
tjúkt leiðir varman. Vit síggja til dømis, at sama
Hægri leiðitalið í einum evni er, tjúkkari
skal tilfarið vera, skal tað bjálva eins væl
og eitt evni við lægri leiðitali.
Ha, ha! Mær nýtist ikki at gera
veggirnar so tjúkkar, tí míni hús
eru timburhús!
Evni
Leiðital
Silvur
420
Kopar
380
Messing
80-120
Jarn
40-60
Marmor
2,79
Betong
1,74
Múrsteinur
0,81
Glas, um leið
0,8
Vatn
0,58
Viður, um leið
0,2
Luft
0,02
tjúkt av betongi leiðir varman 8,7 ferðir so væl
sum træ. Gera vit tilfarið dupult so tjúkt, minkar
varmaleiðingin niður í helvt. Tað merkir t.d., at
og ein træveggur, sum er 2 cm til tjúktar, bjálvar
eins væl og ein betongveggur, sum er 17,4 cm til
tjúktar.
W
m·K