Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 180

SPARI‹ ORKU
178
Bjálving
Føroysk sethús hava oftast stoypta grund og yvir-
trom úr viði. Gólv, loft og útveggir bjálva vit við
steinull ella glasull. Ullin hevur nógva luft í sær
og bjálvar tí væl. Men treytin er, at lítil ella eing-
in gjóstur er í ullini. Luftin skal vera støðuluft. Tí
mugu húsini verða vindtøtt innan fyri klædnings-
viðin. Tað verður t.d. gjørt við at negla finerplát-
ur á stórviðin, áðrenn húsini verða klødd.
Verður kjallarin innrættaður, verður somuleiðis
bjálvað við steinull ella glasull.
Innast í húsunum er kanska tapet ella málaður
glasvevnaður. So kemur dampsperra úr plasti ella
alu-filmi (sum forðar fyri, at vatndampur setist í
bjálvingina), bjálving, vindsperra (t.d. úr fineri)
og timburklæðing. Í betonghúsum er tjørupapp í-
millum bjálving og betong.
Myndin niðanfyri vísir, hvussu hitin er ymsastað-
ni í húsunum, og hvussu varmin lekur úr teimum.
Í loganum í oljufýrinum í ketlinum er hitin eini
800°C. Radiatorvatnið er kanska 60°C. Innihitin
er um 20°C. Úti er hitin – 4°C.
Inniluft
Skulu vit kenna okkum væl í húsunum, mugu
viðurskiftini inni vera hóskandi.
Hitin skal vera passaligur. Gjóstur skal eingin vera
og heldur ikki fótkalt. Vætan í luftini skal hvørki
vera ov nógv ella ov lítil. Reint skal vera inni og
ikki ov nógvur larmur.
Hvussu heitt skal vera inni, veldst eisini um, hvat
vit takast við. Tá ið vit hvíla okkum, liggja vit
ella sita. Á skrivstovuni »sita« fólk og arbeiða.
Onnur »standa«, meðan tey arbeiða. Eisini veldst
um, um vit hava »strævið« arbeiði ella »ógvuliga
strævið» arbeiði.
Login í oljufýri.
Vatnið í radiatorinum. Radiator-
veggur.
Luftin í stovuni.
Vindeyga
Útiluft
Ketils-
veggur.
800°C
60°C
20°C
– 4°C
1...,170,171,172,173,174,175,176,177,178,179 181,182,183,184,185,186,187,188,189,190,...222
Powered by FlippingBook