Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 190

RØRSLA OG KRAFT
188
niðureftir. Í P
3
er kósin til høgru handar og í P
4
beint uppeftir.
Støddin v er ikki tað sama sum ferðin, tí hon
hevur eisini kós. Hon má tí hava egið navn. Her
fara vit at nevna v
skjótleikan
. Ferðin er so longd-
in á skjótleikanum. Har sum vit siga »skjótleiki og
ferð« siga bretar »velocity and speed«, og danir
siga »hastighed og fart«, sí annars niðanfyri.
Vit fara ikki at nevna formlarnar fyri javna sirkul-
rørslu. Bara skulu vit staðfesta, at hetta er hent
rørsla at vita um.
Ein fylgisveinur, sum gongur í sirkulrás um Jørð-
ina, er dømi um eina javna sirkulrørslu sammett
við miðdepilin í Jørðini.
Vit kunnu eisini nevna Jørðina, sum er á ferð um
Sólina. Sammett við miðdepilin í Sólini, minnir
ringrásin nógv um javna sirkulrørslu. Rásin er í
veruleikanum ein ellipsa (toygdur sirkul), og ferð-
in er ikki heilt jøvn. Tá ið Jørðin er næst Sólini, er
ferðin nakað størri, enn tá ið hon er longst frá Sól-
ini.
At seta saman rørslur
Áðrenn vit sleppa rørslulæruni, skulu vit við
myndum vísa, hvussu einfaldar rørslur kunnu
verða settar saman til truplari rørslur.
Hóast
skjótleikin
í javnari sirkulrørslu alla
tíðina skiftir kós, er
ferðin
jøvn. Okkum
tørvar bæði hugtøkini:
Føroyskt
skjótleiki
ferð
Enskt
velocity
speed
Danskt
hastighed
fart
Jøvn sirkulrørsla
Tær báðar rørslurnar, sum eru umrøddar framman-
fyri, eru rørslur í einari dimensión, t.e., vit kundu
lýsa tær við einari ás. Nú skulu vit nevna eina
rørslu í tveimum dimensiónum.
Hugsa tær ein lut, sum gongur við javnari ferð í
sirkulrørslu um eitt fast punkt í einum flata. Hetta
verður nevnt
jøvn sirkulrørsla
, sí myndina niðan-
fyri.
Á myndini er luturin í punktinum P, og vit síggja
hvønn veg, hann fer. Tað sæst, at nú ber ikki til at
siga, hvar luturin er á einari s-ás. Okkum tørvar
tvey tøl, x og y, at áseta staðið hjá lutinum.
Ferðin er á myndini uppmerkt við einum píli, og
ferðin verður skrivað við stavinum v við einum
píli uppiyvir. Tað er, tí at ferðin, hóast hon er
jøvn, alla tíðina skiftir kós.
Nøkur punkt eru merkt á myndina. Í P
1
hevur
luturin kós til vinstru handar, í P
2
fer luturin beint
Jøvn sirkulrørsla. Ein lutur gongur við
javnari ferð í sirkulrørslu um eitt fast
punkt O í einum flata. Javna sirkul-
rørslan er dømi um rørslu í tveimum
dimensiónum.
1...,180,181,182,183,184,185,186,187,188,189 191,192,193,194,195,196,197,198,199,200,...222
Powered by FlippingBook