Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 195

RØRSLA OG KRAFT
193
Dømi
Frammanfyri hava vit umrøtt javna sirkulrørslu.
Kraftin, sum er neyðug at halda einum luti í javn-
ari sirkulrørslu, vísir ímóti miðdeplinum í sirkl-
inum. Gert tú sum drongurin á myndini høgru-
megin, kanst tú vissa teg um, at so er. Henda kraft-
in verður nevnd sentripetalkraft.
Drongurin hevur bundið ein bólt í eitt band. So
setur hann ferð á bóltin. Bandið spennist so mikið,
at tað kann geva bóltinum neyðugu sentripetal-
kraftina. Spennið í bandinum stavar frá dreing-
inum. So leingi hann togar bóltin til sín, verður
bólturin verandi í javnari sirkulrørslu. Sleppir hann
bandinum, ella tað slitnar, fer bólturin beinan veg-
in beina leið eftir tangentinum.
Í jøvnu sirkulrørsluni er ferðin jøvn, men skjót-
leikin broytir alla tíðina kós. At broyta kósina
krevst ein acceleratión, sum hevur kós ímóti mið-
deplinum í sirklinum. Sambært 2. lóg hevur enda-
liga kraftin tí eisini kós ímóti miðdeplinum.
Hugsa nú um ein fylgisvein nærindis Jørðini.
Hevur fylgisveinurin onga ferð sammett við Jørð-
ina, dettur hann niður; tað ger tyngdarkraftin. Men
verður hann settur í ringrás við hóskandi ferð, so at
neyðuga sentripetalkraftin er tað sama sum tyngd-
arkraftin, verður hann malandi í javnari sirkul-
rørslu um Jørðina.
Eisini gongd Mánans um Jørðina minnir nógv um
eina javna sirkulrørslu. Jørðin togar í Mánan við
kraftini F
m
, og henda atdráttarkraftin er júst tann
neyðuga sentripetalkraftin F
c
, sum vísir ímóti Jørð-
ini.
Sambært 3. lóg Newtons svarar Mánin aftur við at
toga í Jørðina við kraftini F
j
, sum er líka stór sum
F
c
, men hevur øvugta kós. Men hví dregur F
j
ikki Jørðina út til Mánan? Tað er, tí at eisini Jørð-
in gongur í ringrás um tað felags tyngdarpunktið
hjá Jørð og Mána. Høvdu Jørð og Máni havt somu
nøgd, hevði hetta tyngdarpunktið ligið mitt í-
F
m
F
j
Drongurin á myndini hevur bundið ein bólt í eitt
band. Bólturin gongur í javnari sirkulrørslu, og enda-
liga kraftin á bóltin er neyðuga sentripetalkraftin F
c
*,
sum hevur kós ímóti miðdeplinum í sirklinum. Slitnar
bandið, fer bólturin í staðin í javna rørslu eftir kósini
á skjótleikanum v.
* enskt: centripetal force.
Vit plaga at siga, at Mánin melur um Jørðina. Í veru-
leikanum mala bæði um felags tyndgarpunktið, sum
liggur inni í Jørðini. Tí sær tað fyri okkum út, sum
melur Mánin um Jørðina. Neyðugu kreftirnar til hesar
rørslur stava frá atdráttarkraftini ímillum hesar himmal-
knøttir. Jørðin togar í Mánan við kraftini F
m
. Sambært
3. lóg Newtons togar Mánin tá í Jørðina við kraftini F
j
,
sum er líka stór sum F
m
, men hevur øvugta kós.
millum hesar himmalknøttir. Men stóra nøgdin í
Jørðini ger, at tað liggur langt inni í Jørðini.
Í arbeiðsbókini eru uppgávur um rørslu og kraft.
F
c
v
1...,185,186,187,188,189,190,191,192,193,194 196,197,198,199,200,201,202,203,204,205,...222
Powered by FlippingBook