Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 198

SÓLIN,JØR‹IN OG MÁNIN
196
Støddir á Sól, Jørð og Mána
Í talvuni á bls. 195 síggja vit, at Sólin er um leið
400 ferðir so stór sum Mánin! Men við tað at hon
er næstan líka nógvar ferðir so langt burturi sum
Mánin, eru hesir báðir himmalknøttir nærum líka
stórir á luftini.
Nú fara vit at royna at fáa eina mynd av støddar-
viðurskiftunum ímillum Sól, Jørð og Mána. Lat
okkum siga, at Sólin skal vera sum ein stór appil-
sin til støddar, 10 cm í tvørmál. Tað er ikki trupult
at rokna út, at við hesum lutfallinum fáa vit:
Vit síggja, at skal Sólin vera sum ein appilsin, so
skal Jørðin vera knappar 11 m burturi og til stødd-
ar sum knappanálshøvd, knappan millimetur stór.
Mánin skal vera knappar 3 cm frá Jørðini og til
støddar sum eitt hálvt punktum, fjórðings milli-
metur í tvørmál!
Leggja vit nú appilsinina, sum er Sólin, á Ting-
húsvøllin í Havn. Hvar man tann næsta granna-
stjørnan hjá Sólini so vera í hesum lutfallinum?
Jú, hon er sum ein onnur appilsin onkustaðni
norðast í Grønlandi
– so skelkandi tóm
er rúmdin!
Henda myndin vísir rætta støddarlutfallið
ímillum Sólina og Jørðina (prikkurin).
Frástøðan samsvarar ikki, hon skuldi av
røttum verið knappar 4 m.
Sólin frá Jørðini:
149,6 mió. km · k = 10,75 m
Mánin fra Jørðini:
384 400 km · k = 2,76 cm
Tvørmálið í Sólini 1 391 400 km · k = 10,00 cm
Tvørmálið í Jørðini
12 756 km · k = 0,92 mm
Tvørmálið í Mánanum 3 476 km · k = 0,25 mm
Á hesari myndini síggja vit rætta
støddarlutfallið ímillum Jørðina og
Mánan. Frástøðan samsvarar ikki,
hon skuldi av røttum verið 1,7 m.
Jørðin
Sólin
1...,188,189,190,191,192,193,194,195,196,197 199,200,201,202,203,204,205,206,207,208,...222
Powered by FlippingBook