Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 207

SÓLSKIPANIN
205
Samansett mynd, sum vísir ein part av
ýtuni á Merkur. Stóra ringfjallið er
uppkallað eftir Gerard P. Kuiper, sum
dúgliga granskaði gongustjørnurnar.
Myndirnar vórðu tiknar úr Mariner 10 í
1974.
Vit enda henda seinasta partin í lærubókini og siga
eitt sindur um gongustjørnur, flogsteinar, loft-
steinar og halastjørnur.
Merkur
Merkur er næst Sólini. Hon er lítil, tvørmálið er
4 879 km; tað er um 40% longri enn tvørmálið í
okkara Mána. Miðalfrástøðan frá Sólini er 0,387
AU (1AU = astronomical unit er miðalfrástøðan
hjá Jørðini frá Sólini, t.e. 149,6 mió. km.). Uttaná
minnir Merkur mest um Mánan. Lofthav er einki,
og hitin er nógvur. Á sólsíðuni eru máld 427°C,
á skuggasíðuni –173°C.
Venus.
Venus
Venus er onnur gongustjørnan frá Sólini. Til stødd-
ar er hon sum Jørðin. Tvørmálið er 12 104 km, og
miðalfrástøðan frá Sólini er 0,723 AU. Sørsta
vinkulfrástøðan frá Sólini er bara 47°. Av hesum
verður hon eisini nevnd »morgunstjørna« ella
»kvøldstjørna«. Hon hevur kvartalaskifti, tendring
og fylling, eins og Mánin. UmVenus er tjúkt loft-
hav, mest av carbondioxidi (90%), sum bjálvar
væl. Av hesum stendst vakstrarhúsárin, sum tryggj-
ar javnan hita. Rúmdarfør hava mált 475°C á
Venus, og trýstið er 90 atmosferur!
1...,197,198,199,200,201,202,203,204,205,206 208,209,210,211,212,213,214,215,216,217,...222
Powered by FlippingBook