Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 211

SÓLSKIPANIN
209
Frá læraranum fært tú eitt yvirlit við tølum yvir
sólskipanina, og í arbeiðsbókini er ein venjing,
sum gevur tær eina góða mynd av støddarviður-
skiftunum í sólskipanini.
Smástjørnur
Ímillum Mars og Jupiter ganga smáir himmal-
knøttir í ógvuliga stórum tali. Granskarar halda,
at einir 10 000 eru 500 m og størri, og at einir
320 000 eru 100 m og størri. Bara teir størstu eru
kúluskapaðir, hinir eru mest sum stórir klettar á
ferð í rúmdini. Hesir knøttir, sum flestir ganga í
ringrás ímillum Mars og Jupiter, verða undir ein-
um nevndir
smástjørnur
(asteroids). Hvussu smá-
stjørnurnar vórðu til, vita vit einki um. Onkuntíð
hevur verið gitt, at tær kunnu vera av gongustjørnu,
sum er farin í sor, men nøgdin tykist vera ov lítil.
Hugsast kann, at tær eru úr tilfari, sum var til av-
lops, tá ið sólskipanin varð til.
Flogsteinar
Sjáldan skalt tú eitt myrkt kvøld í góðum sýni
eygleiða stjørnuhimmalin meira enn fáar minutt-
ir, fyrr enn tú sært
stjørnuskot
, nykbrand (meteor).
Ein ljósrípa fer við ferð eftir luftini, sæst eina løtu
og hvørvur. Hetta eru
flogsteinar
(meteoroids),
t.e. smásteinar og jarnpetti, sum koma inn í loft-
havið. Flestir eru smáir, væl minni enn høgl til
støddar. Teir verða so heitir, at teir kóka burtur av
Smástjørnan Ida. Myndin er tikin úr
rúmdarfarinum Galileo.
gníggingini í luftini. Tá ið flogsteinar eru so stór-
ir, at teir kóka ikki burtur í lofthavinum, men detta
niður á Jørðina, verða teir nevndir
loftsteinar
(meteorites). Í Føroyum vita vit ikki um nakran
loftstein, og eingin er til skjals í Føroyum.
Halastjørnur
Halastjørnur
eru ikki stjørnur, men ísakaldir knøtt-
ir, sum ganga um Sólina í sera avlongum rásum,
og sum kunnu nærkast henni úr øllum ættum.
Innast er kjarni av frystum gassi, mest sum leyst
kavablak, ið er dálkað av dusti. Tá ið halastjørnan
nærkast Sólini, verður kavin til gass. Tað eru hesir
halarnir av gassi og dusti, sum standa frá hesum
himmalknøttum, sum hava givið teimum navn
(útlendska heitið komet merkir síðhærd). Tann
kendasta av øllum halastjørnum man vera Halley.
Hon var seinast at síggja á luftini í 1986, eisini í
Føroyum. Halley hevur 76 ár um hvørt umfar um
Sólina. Í 1910 var ógvuliga stórur ótti á fólki í
Føroyum av Halley. Hóast eingin orsøk er at
ræðast tær, hevur nógv pátrúgv verið knýtt at hala-
stjørnum. Á vári í 1997 var ein ógvuliga stór hala-
stjørna, Hale-Bopp, at síggja í Føroyum.
Halastjørnan Hale-Bopp. Tveir halar – ein
gasshali og ein dusthali – síggjast á myndini,
sum er tikin á Bøllureyni 6/4 - 1997 kl. 04.00.
1...,201,202,203,204,205,206,207,208,209,210 212,213,214,215,216,217,218,219,220,221,...222
Powered by FlippingBook