Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 193

RØRSLA OG KRAFT
191
Kraft og acceleratión verða á myndum lýstar við
pílum. Longdin á pílinum er mál fyri, hvussu stór
kraftin ella acceleratiónin er. Ein dupult so lang-
ur kraftpílur lýsir eina dupult so stóra kraft. Kós-
in vísir, hvønn veg kraftin virkar.
Vit mugu eisini gera okkum greitt, hvussu slíkar
støddir verða lagdar saman (sí mynd niðanfyri):
Í mynd (a) virka tvær javnstórar kreftir á kubban.
Kósin er til høgru. Endaliga kraftin (sum ikki er
teknað á myndina) er dupult so stór og hevur kós
til høgru.
Í (b) virka tvær javnstórar kreftir á kubban. Kreft-
irnar hava øvugta kós. Endaliga kraftin er null.
Í (c) virka eisini tvær kreftir á kubban. Kreftirnar
eru ymiskar á stødd (F
2
er størri enn F
1
), og tær
hava eisini ymiska kós. Nú er truplari, men vit
hava ein varhuga av, at endaliga kraftin er størri
enn báðar kreftirnar og hevur kós til høgru. Í
hesum føri brúka vit
paralellogrammregluna
(javn-
firringarregluna), t.e., vit flyta F
2
til endapunktið
hjá F
1
uttan at broyta kósina. Endaliga kraftin
verður so lýst við pílinum, sum gongur úr byrjan-
arpunktinum á F
1
í endapunktið á F
2
, t.e. horna-
linjuni í parallellogramminum. Endaliga kraftin í
(c) vísir á skák niðureftir til høgru.
1...,183,184,185,186,187,188,189,190,191,192 194,195,196,197,198,199,200,201,202,203,...222
Powered by FlippingBook