Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 166

VARANDI ORKUKELDUR
164
Lívgevandi sól
Sólin er okkara fremsta orkukelda. Hon er sum
ein ovurstórur varmaovnur, sum vermir alt, sum
fyri er. Sólin hevur skinið í milliardir ár, og hon
fer at skína í nakrar milliardir ár aftrat. Tí kunnu
vit rokna Sólina sum eina varandi orkukeldu.
Ein partur av geislingini frá Sólini er sjónligt ljós,
men ein størri partur er onnur geisling, t.d. varma-
geisling, eins og geislingin frá einum heitum loddi-
bolti ella strúkijarni.
Sólarljósið er fyritreytin fyri, at plantur kunnu
vaksa á Jørðini. Var eingin Sól, hevði Jørðin verið
myrk og køld, og einki lív hevði verið á henni.
Orkuna í sólargeislingini nevna vit sólorku, og
hon hevur gjørt næstan allar orkukeldur á Jørð-
ini. Kol, olja og jarðgass eru t.d. gjørd úr deyðum
dýrum og plantum, sum livdu og vuksu fyri mong-
um milliónum árum síðan.
1...,156,157,158,159,160,161,162,163,164,165 167,168,169,170,171,172,173,174,175,176,...222
Powered by FlippingBook