VLS-handbók - page 5

5
NÁM 2017
Í Lesivegleiðaraverkætlanini fingu lesivegleiðarar útbúgving í at leiðmenna starvsfelagar. Tá vit siga
leiðmenna starvsfelagar, hugsa vit um tilgongdina at menna undirvísingarhættir í samstarvi millum
tveir javnmettar partar við hvør sínum serkunnleika. Lesivegleiðarin stuðlar starvsfelaganum at fáa í
ljósmála avbjóðingar og ynski, sum hava við undirvísingina at gera. T.d. við at seta góðar spurningar,
sum fáa starvsfelagan at hugsa um og gera av, hvat hann/hon vil seta í verk í undirvísingini og hvussu.
Lesivegleiðarin gevur av sínum serkunnleika, t.d. við at leggja fatanarstrategi til rættis í flokkinum fyri
næmingum og lærara, at eygleiða, hvussu lærarin setir ynsktar broytingar í verk í undirvísingini, og við
at tosa við læraran aftaná um eygleiðingarnar. Tá vit siga vegleiða starvsfelagar, hugsa vit somuleiðis
um tilgongdina at menna royndir í verki, men har annar partur er tann serkøni, sum gevur hinum parti av
síni vitan (t.d. hvørji tiltøk kunnu setast í verk), og fylgir við, at starvsfelagin setir nýggj tiltøk í verk eftir
ætlan.
Í eini undirvísingarstøðu hava nógv viðurskifti ávirkan á, hvussu tímin roynist, og hvat næmingarnir
fáa burturúr. Tí er ógvuliga trupult at meta um hesi hvør sær, t.d. tá lesileiðmennarin skal meta um, hvat
næmingarnir hava fingið burturúr, sjálvt um ein kanning er snikkað júst til endamálið. Í USA, sum í
mong ár hevur havt lesileiðmennarar, eru so við og við fleiri almennar eftirmetingar, sum staðfesta,
í hvønn mun lesileiðmennarar hava týdning. Eftirmetingarnar og avmarkaða granskingin á økinum
vísa, at tað er trupult beinleiðis at prógva, um samstarvið um fakliga lesing millum lesileiðmennara og
faklærarar ávirkar lesiførleikan hjá næmingunum. Hinvegin eru góð úrslit staðfest, tá faklærarar brúka
fatanarstrategi og aðrar fakligar lesiundirvísingarhættir og amboð í sjálvari fakundirvísingini. Fleiri kann-
ingar vísa nevniliga, at faklærarar í nógv størri mun brúka munadygga strategi og amboð, grundað á
gransking, í undirvísingini, hava teir samstarvað við ein lesileiðmennara um at seta hetta í verk (Knight,
2009, 2011). Hetta er eitt eyðsýnt fyrsta stig, um næmingar skulu menna hóskandi lesivanar.
Í frymli okkara til at leiðmenna starvsfelagar hava vit heintað íblástur frá lesileiðmenningini, sum verður
rópt “Instructional coaching” (Knight, 2007). Tað sermerkta við Instructional coaching er, at arbeiðið hjá
lesileiðmennara fevnir um at menna í verki lesing og skriving í øllum lærugreinum (ikki lesiundirvís-
ing), samstundis sum lesileiðmennarin gerst partur av einum virðiligum samstarvi við starvsfelagan og
hjálpir til at seta í verk ynski og tørv hjá faklæraranum (og ikki hjá lesileiðmennaranum) at menna egnar
royndir. Leisturin, sum vit hava valt at arbeiða eftir í Lesivegleiðaraverkætlanini, tekur støði í hesum
aðalreglum, og vit viðmæla sama leisti í hesi handbók.
Ein lesileiðmennari er útbúgvin at vegleiða lærarum á øllum økjum, sum
styrkja fakligu lesiførleikarnar hjá næmingunum. Í samstarvi við faklæraran,
um fakligu lesingina hjá næmingunum, stuðlar lesileiðmennarin tilvitinum
hjá lærarum um egnar royndir og menning.
At leiðmenna ella vegleiða?
Hevur lesileiðmennarin týdning fyri fakligu lesiførleikarnar hjá næmingunum?
1,2,3,4 6,7,8,9,10,11,12,13,14,15,...52
Powered by FlippingBook