14
NÁM 2017
Sólin
Jørðin
Merkur
Venus
Mars
Innaru gongu-
stjørnurnar
Lesiveikir næmingar (t.d. næmingar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt) standa ofta á berum í
málsligari flokking og hava tí trupult við at skipa høvuðsorð í meginhugtøk (evni) og undirhugtøk (lut-
arevni). Tú kanst stuðla ivandi næmingum, um teir burturav arbeiða við einstakari arbeiðstilgongd. Tey
kunnu t.d.
At seta spurningar til tekst er krevjandi. Næmingurin má hava ávísan forkunnleika til evnið í tekstinum
og kenna til yrkistekstir og teirra endamál og bygnað. Næmingurin má duga at brúka bygnaðin í tekstin-
um, upphavið til upplýsingarnar (t.d. við at meta um tekstin) og sítt lesimál fyri at kunna seta spurningar
til tekstin.
Hvussu laga vit strategiina til næmingin?
4. strategi: Spurningar til tekstin – lesimál
Sólskipanin
5. kassi. Dømi um hugakort
bara gera eitt hugarok. Tá kunnu tú og næmingarnir í felag skipa í bólkar og finna høvuðsevni til
bólkarnar.
verða stuðlað at finna fram vitan sína við ítøkiligum spurningum (hvat hugsaði tú um, tá ið ...).
Veikir næmingar koma sjáldan fram á fleiri høvuðsorð og hava tørv á einum skumpi.
fáa eitt hugakort, har evnini (flokkingin) er skrivað á. Tey kunnu finna høvuðsorð til hvørt evnið og
seta tey inn undir hesi.
Stinnir næmingar kunnu:
gera bygnað eftir stigi (yvirflokkan og undirflokkan) í staðin fyri bygnað, skipaðan eftir evnum.
Hetta krevur meiri fakliga og málsliga vitan.