17
NÁM 2017
7. kassi. Strategiin: Gita eitt orð. - Hvat, hvussu og hví.
Hví?
2. Síðan lesi eg tekstin og havi listan (Gita eitt orð) hjá. Tá
eg komi fram á eitt av orðunum á listanum, kanni eg eftir,
um týdningurin í tekstinum samsvarar við mína frágreiðing.
3. Um orðið í tekstinum hevur annan týdning, ella aðrir upp-
lýsingar og góð dømi koma fram, skrivi eg tey í triðja teig.
Tað er umráðandi, at eg fái fram, hvat eg veit um evnið, áðrenn eg
lesi. Tað geri eg við at greiða frá týdninginum av týðandi fakorðum.
Eg skilji tekstin betur og minnist betur týdningin av týðandi yrkis-
orðum, tá eg samanberi mínar orðafrágreiðingar við tað, sum stend-
ur í tekstinum.
Strategiin setir krøv til orðatilfeingið hjá næmingum, og tí megna summir næmingar ikki at arbeiða
sjálvstøðugt við hesi strategi. Bæði tí tey ikki kenna orð í talvuni og ikki megna at greiða frá við egnum
orðum. Veikastu næmingar fáa óivað mest burturúr at arbeiða við onkrum øðrum. T.d. kunnu tey ístaðin:
Les orðið og skriva, hvat tú heldur tað merkir. Les tekstin og kanna, um tína frágreiðing er røtt. Skriva
frágreiðingini úr tekstinum, um tú ikki kendi orðið. Tú kanst eisini víðka tína frágreiðing við staklutum
úr tekstinum.
Hvussu laga vit strategiina til næmingin?
Gita eitt orð
fáa ein lista við næmingavinaligum orðafrágreiðingum at stuðla seg til, meðan tey lesa yrkistekstin.
fáa sum uppgávu at para saman pappírslepar við orð og frágreiðing.
fáa sum uppgávu at seta saman eitt meginhugtak, sum tú greiðir frá, við orðum úr tekstinum (undir-
skipað hugtøk ella samheiti og dømi).
Málsliga og fakliga stinnu næmingarnir skulu sjálvir meta um:
orðafrágreiðingar teirra eru nøktandi og skulu leggja upplýsingar afturat úr orðabókum og leksika.
teksturin leggur meiri afturat tí frágreiðing, teir hava skrivað.