21
NÁM 2017
Málsliga og fakliga stinnir næmingar kunnu:
orða yvirskriftir til tekstabrot. Hetta verður útflýggjað flokkinum, áðrenn hini lesa tekstin.
finna ‘hvør’, ‘hvat’, ‘hvar’ og ‘nær’ úr teksti fyri at taka samanum.
Didaktikkur í strategiundirvísingini
Í undirvísingarhøpi er ímyndan at vísa næmingum, hvussu vit arbeiða við strategi ella amboði. Tað ser-
liga við ímyndan er, at vit ikki bara vísa, ‘hvussu vit gera’, men eisini lufta tankum okkara fyri teimum.
Á tann hátt er lærarin sum ein “lesandi fyrimynd”. Tú “vísir” tankar tínar fyri næmingum:
við at hugsa hart, so teir skilja, hvussu ein góður lesari hugsar, meðan hann/hon lesur
(brúkar fatanarstrategi).
við at peika í tekstin ella nevna støð í tekstinum, um hvørjar upplýsingar vit brúka í arbeiðinum við
lesistrategi.
Endamálið við at ímynda fatanaramboð og strategiir er at geva næmingunum eina greiða, fjølsansaða
fyrimynd (multisensoriskt modell), sum sýnir endamál og mannagongd við amboði og strategi. Tað
serliga gagnliga við ímyndan er, at næmingar og lærari bæði hoyra, hvat tú sigur, og síggja, hvat tú gert
(strategiin fevnir um bæði orð og myndir). Serliga veiku næmingarnir verða væl stuðlaðir, tá ið tilfarið
verður lagt fram á ein hátt, ið krevur fleiri virknar sansir.
Fyritreyt fyri, at næmingar kunnu brúka eina stategi sjálvstøðugt, er, at teir til fulnar skilja, hvussu teir
eiga at brúka hana og serliga, hví hetta kann gagna teirra tekstfatan og minni. Ver til reiðar at greiða frá
‘hvussu’ og ‘hví’ um strategiina á einfaldan og greiðan hátt, áðrenn tú byrjar at ímynda fyri flokkinum.
Soleiðis fáa næmingar bæði sett orð á stig í tilgongdini og grundgeving fyri, hví hon gevur meining. Tey
fáa sett orð á tankar, sum tey eiga at hugsa, meðan tey arbeiða við strategiini.
Arbeiðshátturin hevur røtur í sosialkonstruktivistiska ástøðinum hjá Vygotsky um læring og serliga
í hugtakinum ‘næsta menningarøki fyri læring’. Við hesum ástøði skilja vit læring sum eina sosiala
tilgongd, har einstaki næmingurin lærir í einum sosialum høpi við at síggja og hoyra onnur (t.d. foreldur,
lærara ella vin) brúka førleikar og síðan sjálvur venja/brúka førleikar við stuðli frá øðrum ella í samstarvi
við onnur (Lave, 2004).
Hvat er ímyndan (modellering)?
Hvussu fyrireikar tú teg best til at ímynda í flokkinum?