25
NÁM 2017
Lesivegleiðarar í VIS-verkætlanini hildu tað vera góðan møguleika at samstarva við læraratoymið í
einum flokki. Lesivegleiðari og læraratoymið kunnu í felag skifta orð um avbjóðingarnar fyri næming-
arnar í lærubókum í ymsum lærugreinum og serliga tørvin hjá flokkinum. Út frá hesum velja tey eina
ella fleiri fatanarstrategiir ella uppgávur, sum toymið ynskir at brúka í undirvísingini. Fyrimunurin er, at
allir lærarar í flokkinum stuðla arbeiðinum við fakligari lesing, og næmingarnir fáa tá høvi at arbeiða við
strategium/amboðum í ymiskum høpi.
Triði møguleikin er at samstarva við ein fakbólk um fakligu lesingina. Ein stór avbjóðing hjá lesiveg-
leiðara, sum leiðmennara, er at samstarva um fakliga lesing í lærugreinum, sum tú ikki sjálv/ur ert
serkøn/ur í. Tá er krevjandi at seta seg inn í spurdómar í lærugreinini, hættir og amboð. Velur tú at leggja
dent á fakliga undirvísing í ávísari lærugrein, hevur tú betri møguleika at brúka royndir tínar tvørtur um
floksmørk og økja um innlitið í arbeiðshættir og lærubøkur í lærugreinini.
Tað er tíðarkrevjandi hjá faklærara at broyta vanar. At leiðmenna starvsfelagar er tí ein drúgv tilgongd,
og ein av týdningarmestu málum í leiðmenningini er tí at skapa gott samband við faklæraran. Tú eigur
at lurta eftir, hvørjar avbjóðingar og ynski faklærarin hevur, og gera eina felags avtalu um mál, tit sam-
starva um at náa.
Samstarva við læraratoymið í einum flokki
Samstarva við ávísan fakbólk
Stig í leiðmenningartilgongdini
At leiðmenna faklærara í lesing er ein tilgongd í fleiri stigum. Í hesum broti hyggja vit serliga at fundar-
bygnað og innihaldi fyri fundir, ið tú sum lesivegleiðari hevur við starvsfelaga um tykkara felags mál:
1. Kunnandi fundur við faklæraran, fáa greiðu á hvussu lesivegleiðari luttekur í floksundirvísingini.
2. Fundur um, hvussu lesivegleiðari ímyndar í flokkinum (faklærari eygleiðir).
3. Fundur um, hvussu faklærari ímyndar, og næmingar arbeiða við tí (lesivegleiðari eygleiðir).
4. Komandi fundur/fundir.
Á hesum fundi gert tú eina meting av, hvønn tørv og áhuga starvsfelagin hevur í arbeiðinum við fakligari
lesing, og um næmingar eru í flokkinum við serligum avbjóðingum. Starvsfelagin leggur fram sína ætlan
við undirvísingini, fakligu tekstirnar og málini við teimum, so tú kennir fakligu karmarnar fyri strate-
giini. Byrja samtaluna við spurningum, sum fáa faklæraran at hugsa um:
1. Hvat er størsta avbjóðingin fyri teg/næmingarnar í arbeiðinum (lesingini) í fakinum og tekstunum?
2. Hvat er serliga umráðandi, torført, avbjóðandi í fakinum?
3. Hvat ynskir tú at røkka í undirvísingini?
Fyrsti fundur við faklærara