VLS-handbók - page 30

30
NÁM 2017
Tá ið tú skalt leiðmenna starvsfelagar, mást tú hava í huga, at tað er ikki bara starvsfelagin, sum skal
menna mannagongdir. Eisini tú ert í støðugari menning. Tú fært nýggj sambond, bæði fakliga og sosialt,
og hevur tørv á at steðga á og hugsa um, hvussu tú leiðmennir og ímyndar.
Í Lesivegleiðaraverkætlanini arbeiddu lesivegleiðarar við, hvussu tey vóru von at arbeiða. Tey skrivaðu
tankar í eina loggbók og løgdu dent á samstarvið við faklæraran um VIS- strategiir (sí 2. fylgiskjal). Í
loggbókini var dentur lagdur á trý øki: ímyndan, eygleiðing og vegleiðing. At skriva niður kann verða ein
hjálp, tá tankar um serligar avbjóðingar skulu vendast, og møguligar loysnir finnast.
Lesivegleiðararnir skuldu á fundi við faklærara taka støði í niðurskrivaðu tonkunum, tá tey skuldu eftir-
meta arbeiðið við fakligu lesingini í flokkinum farnu vikuna og ráðleggja komandi viku. Vit mæla til, at
tú gert tað sama. Gev tær stundir at skriva niður tankar um samstarvið við starvsfelagan og brúka hetta
atkjakast um tykkara millum.
Lesivegleiðararnir skuldu hugsa um avbjóðingar á hesum arbeiðsøkjum:
- Ímyndan
- Eygleiðing
- Leiðmenning
Loggbók lesivegleiðarans at skriva tankar í
- Tað er ein avbjóðing at skilja tekstin (fakið), so eg kann brúka týdningarmestu upplýsingar í
ímyndanini av strategiini.
- Tað er ein avbjóðing at ímynda (týðiliga) fatanarstrategi/amboð fyri næmingum og lærara.
Mangir lesivegleiðarar halda tað vera stóra avbjóðing at seta seg inn í fakligar spurningar í lærugrein-
um, sum tey ikki eru útbúgvin at undirvísa í. Er tað varandi trupulleiki, eiga tú og starvsfelagin at taka
tykkum stundir til at seta teg betur inn í lærugreinina. Men minst til: tú hvørki ert ella skalt gerast fak-
lærari. Tú ert lesivegleiðari, sum sær tekstin úr sjónarhorni hjá lesara. Tú fært eyga á avbjóðingar, sum
veikaru lesararnir kunnu fáa við at skilja tekstin, og tú vísir á, hvussu fatanartrupulleikar kunnu loysast.
Er ímyndanin stóra avbjóðingin, er hetta ein ábending um, at tær tørvar meiri venjing. Heit á ein góðan
starvsfelaga, sum vil eygleiða teg og viðmerkja ímyndanina. Annar møguleiki er, at tú filmar teg fyri at
finna fram til, hvussu tú vilt vera, tá ið tú ímyndar í flokkinum.
1. Ímyndan
- Tað er ein avbjóðing í at miðsavna meg um tað, sum er avtalað at eygleiða hjá faklærara.
- Tað er ein avbjóðing í at náa at fáa við, um næmingarnir arbeiða skilagott við amboði/strategi.
2. Eygleiðing
1...,20,21,22,23,24,25,26,27,28,29 31,32,33,34,35,36,37,38,39,40,...52
Powered by FlippingBook