28
NÁM 2017
Tað er týdningarmikið, at faklærarin er tryggur, hevur álit á tær og veit, hvat tú leggur teg eftir at eyg-
leiða. Tú mást tískil avtala við starvsfelagan, hvat tú fert at leggja teg eftir í eygleiðingini.
Í Lesivegleiðaraverkætlanini arbeiddu lesivegleiðarar við eygleiðaravegleiðing. Í vegleiðingini eru viður-
skifti nevnd, sum vit halda hava týdning at leggja seg eftir í eygleiðing av, tá ið starvsfelagi ímyndar/
undirvísir (sí 1. fylgiskjal).
Eygleiðaravegleiðingin er soleiðis sett saman, at hon kann brúkast í ymsum undirvísingarhøpum. Í
Lesivegleiðaraverkætlanini løgdu lesivegleiðarar dent á at eygleiða, hvussu faklærari ímyndaði VIS-
strategiir, og hvussu næmingarnir arbeiddu við strategiunum. Tí vóru ikki allir teigar í vegleiðingini
viðkomandi hvørja ferð. Sama verður helst galdandi, tá ið tú fert at brúka eygleiðaravegleiðingina.
Hvør eygleiðingarpartur er lýstur út í æsir í mittasta teigi í vegleiðingini, so tú verður mint/ur á, hvat tú
skalt halda eyga við og viðmerkja.
1. Virksemi í fakligum høpi
Skulu næmingar fáa fakligt yvirlit og fatan, mugu teir vita, hvat væntað verður, at teir læra av ymsum
virksemi í undirvísingini. Í hesum teigi skrivar tú, um faklærarin týðiliga greiðir frá fakliga endamál-
inum við tímanum, (‘nú skulu vit ...’), um tað gongur greitt fram, hví ymsa virksemið er valt, og hvat
næmingarnir skulu læra av virksemi og fakteksti.
2. Strategiir og amboð í fakligu lesingini
Í hesum teigi skrivar tú, hvat næmingarnir hava fingið boð um at gera við tekstin, tá ið teir lósu hann
heima. Ella okkurt virksemi í sambandi við lesingina í flokkinum.
3. Kunnan um arbeiðið við (nýggjum) strategium og amboðum
Tá ið næmingar skulu kunnast um nýggja strategi (ella arbeiða umaftur við strategi, sum teir longu hava
lært), má lærarin ímynda fyri næmingunum, hvussu strategiin skal brúkast. Á tann hátt vísir lærarin,
hvussu tey skulu arbeiða við strategiini og eiga at hugsa ímeðan. Tú skalt tí gáa eftir, um faklærarin hugsar
hart, meðan hann/hon fer ígjøgnum strategiina, so næmingarnir kunnu fylgja tankagongdini.
Lærarin ímyndar soleiðis, at næmingarnir læra at arbeiða við strategiini, læra mannagongdina, og hví
tað kann vera gagnligt at brúka hesa strategi í hesum arbeiðinum við lesing. Minst eisini til at skriva góð
hugskot og dømi, sum tú fært ímeðan.
4. Samspælið millum næming og lærara í gjøgnumgongdini
Í hesum teigi skrivar tú alt, tú metir viðkomandi at taka upp av samskiftinum millum lærara og næming-
ar. Minnist lærarin til at taka næmingarnar við í síni ímyndan, t.d. spyr, um næmingarnir fata tekstin ella
hvørjar royndir, teir gera? Tykist tað, sum næmingarnir fylgja við og skilja gjøgnumgongdina av strategi
ella amboði?