VLS-handbók - page 34

34
NÁM 2017
Í bókmentum um at leiðmenna starvsfelagar er altíð ein partur við góðum ráðum í sambandi við strígnar
starvsfelagar. Best er at vera fyrireikað/ur til avbjóðingar í leiðmenningini, uttan mun til, hvussu dugna-
lig/ur tú verður í arbeiðinum. Niðanfyri fara vit ígjøgnum nøkur góð ráð um at handfara ymsar avbjóðing-
ar sum leiðmennari.
Um faklærari ikki kann/vil fylgja góðum ráðum
Sum tú óivað kennir til, er til tíðir trupult at vera jaliga sinnað/ur fyri spurningum um arbeiðshættir,
ábreiðslum ella broytingaruppskotum. Summir starvsfelagar eru jaligir og lurta væl eftir vegleiðing tíni,
meðan aðrir brúka orku (og talutíð) til undanførslur ella uttanumtos. Gev gætur, at tað ikki neyðturviliga
er jaligi starvsfelagin, sum mennir seg mest.
Minst til altíð at fáa greiðu á, hvat starvsfelagin sær sum sína størstu avbjóðing ella helst vil royna í
undirvísingini. Til tíðir fert tú at uppliva, at starvsfelagin fegin vil royna amboð ella okkurt, sum tú ikki
heldur vera best hóskandi. Tá er vert at umhugsa, um atburður tín er í mun til, at starvsfelagin ynskir
annað enn tað, tú vildi skotið upp, ella um títt uppskot í roynd og veru er betri í viðkomandi flokki. Tak
støðu til tað, áðrenn tú roynir at sannføra starvsfelagan um, at onnur strategi ella amboð riggar betur til
lesiuppgávurnar í fakinum.
Um tað bert snýr seg um, at uppskotið ella ynskið hjá starvsfelaganum er øðrvísi enn tað, tú hevði viljað
skotið upp, men møguliga hevði riggað líka væl, eigur tú at góðtaka hetta og hjálpa til at royna tað í verki
í undirvísingini. Hóast tú møguliga ikki sær tað sum allarbestu avgerðina, eigur tú at brúka hetta valið
sum jarnbrot í framhaldandi leiðmenningini. Eydnast royndin sambært starvsfelaganum, verður hesin
meiri opin fyri uppskotum, sum tú síðan kemur við.
Hinvegin kann eisini vera, at starvsfelagin ovurfegin tekur títt uppskot til sín, men kortini ikki ger nakað
fyri at útinna tað í verki í undirvísingini, ella broytir tað so mikið, at tað ikki longur tænir endamálinum.
Loyv tí, men halt fram at spyrja, hvørjum endamáli broytingin tænir, ella hví tað ikki verður roynt í verki
(‘eg skrivaði mær niður, at tú og næmingarnir ... hvat heldur tú um tað?’). Mæl til, vinaliga men avgjørt,
at starvsfelagin broytir arbeiðsháttin sambært avtaluni tykkara millum. Tak upp aftur (aftur og aftur)
“hvat, hvussu og hví” í strategiini og fá fram, hvar hetta skilur seg frá tí, tú hevur eygleitt í flokkinum.
Bjóða teg fram at koma aftur í flokkin at ímynda fyri næmingum og lærara, sum eygleiðir teg. Tað er
hent at hava eygleiðaraark til taks við denti á tí, sum tú vilt hava framt í verki. Tá fær starvsfelagin betur
savnað seg um góðan arbeiðshátt.
Sjálvandi kann tað eisini henda, at undirvísingarhátturin ikki er trupulleikin, men hinvegin vantandi floks-
leiðsla. Ein fortreyt fyri arbeiði tínum er sjálvsagt, at næmingarnir hava bókina við, hava lisið uppá, eru
friðarligir, tá lærarin hevur orðið, og vinaligir í orðum og medferð móti hvørjum øðrum og læraranum.
Tá ið trupulleikin er annað enn faklig lesing (ófriður, óskipað undirvísing)
1...,24,25,26,27,28,29,30,31,32,33 35,36,37,38,39,40,41,42,43,44,...52
Powered by FlippingBook