VLS-handbók - page 24

24
NÁM 2017
Arbeiðið hjá lesivegleiðara at vegleiða starvsfelagar verður høgt raðfest sambært afturboðanum frá
skúlaleiðarum í kommununi við VIS-verkætlanini. Hóast skúlaleiðslur mest nomu við týdningin av
royndum og arbeiðsuppgávum í tí sambandi, so raðfestu meirilutin av øllum skúlaleiðarum (7 av 9)
supervisión og vegleiðing til faklærarar í fakligu lesiundirvísingini sum týdningarmesta arbeiðsøkið. Tí
eigur tú at rokna við at skula leggja orku í at grundgeva fyri tíðini, ið hetta krevur. Somuleiðis eigur tú
at vísa leiðsluni á góð dømi um, at hetta lønar seg. Minst tí til at savna upplýsingar og ‘góðar søgur’ um
leiklutin sum leiðmennari.
Starvsfelagarnir mugu vita um tilboð tíni, áðrenn tú fert í holt við leiðmenningararbeiðið. Tú kanst gera
eitt uppslag á lærarastovuni, greiða frá á lærarafundi, toymis- ella fakfundum. Á fundunum kanst tú
vekja ans fyri ymsum lesihættum og so vóna, at starvsfelagirnir velja at seta seg í samband við teg. Eftir
royndum at døma hendir hetta tíverri ikki ofta. Hinvegin kanst tú vænta betri undirtøku, um tú vendir tær
beinleiðis til ein starvsfelaga og eggjar honum/henni til ein fund, har tit tosa um møguleikar fyri samstarvi í
fakligari lesing.
Flestu lesivegleiðarar arbeiða antin í grunddeild, miðdeild ella hádeild og knýta arbeiði sítt ofta at
hesi deild. Tó er vert at hugsa um, hvussu tú vilt raðfesta tímarnar, og hvørjar lærarar í deildini, tú vilt
hugsavna teg um. Tað er eyðsýnt at hugsa, at tú vilt hjálpa lærarum, sum veruliga hava tørv á at menna
sínar førleikar. So hevði tíðin verið væl farin. Vit mæla tó ikki til hesa mannagongd. Tað skal yvirskot
og áhugi til at broyta vanar. Tað krevur tíð og orku at umhugsa brúktar mannagongdir, val og frával í
gerandisdegnum, og tað skulu grundgevingar og úthaldni til at velja, royna og eftirmeta nýggjar undir-
vísingarhættir.
Hvussu fái eg samband við faklærarar?
Hvussu geri eg av, hvar eg brúki orkuna í fólkaskúlanum?
Tú møtir ofta undanførslu, avvísing og mótstøðu, um tú velur at samstarva við starvsfelag, sum ikki sjálvur
hevur ynskt tað. Men tú kanst velja ímillum fleiri ymsar møguleikar:
Sama hvat tú sum lesivegleiðari velur, er fyrimunur av at gera eina arbeiðsætlan fyri fakliga lesing á skúlan-
um við uppskotum um hættir og amboð, sum eru lagað til fortreytir og tørv hjá næmingum í hvørjari
deild sær. Á henda hátt fæst framhaldandi menning í fakligari lesing hjá næmingunum í øllum skúlanum.
At samstarva við ein áhugaðan starvsfelaga, sum vil menna sínar arbeiðshættir.
At samstarva við eitt læraratoymi í ávísum árgangi (flokki).
At samstarva við ein fakbólk (ávísa lærugrein).
Nógvar bøkur um leiðmenning mæla til í byrjanini at savna seg um dugnaligar og áhugaðar lærarar, sum
orka og vilja menna undirvísingina. Tað er fortreyt fyri góðum samstarvi og gevur tær bestu møguleikar
og góða byrjan sum lesivegleiðari. Set teg í samband við starvsfelaga, sum tú kennir væl, t.d. ein úr tínum
læraratoymi ella øðrum fakligum høpi.
Samstarva við starvsfelagar, ið hava orku og áhuga
1...,14,15,16,17,18,19,20,21,22,23 25,26,27,28,29,30,31,32,33,34,...52
Powered by FlippingBook