33
NÁM 2017
Tú mást hjálpa faklæraranum at fáa yvirlit yvir, hvørjir næmingar hava serligar avbjóðingar við at lesa
tekst, og hvat skal gerast við tað. Næmingar kunnu brúka KT-stuðul í lesingini, og lærarin kann seta
ymsar bólkar saman at samstarva um lesiuppgávu ella at lesa tekst í felag. Tað týdningarmesta í hesum
høpi er, at trupulleikar hjá næmingum verða loftaðir, og at lærarin eftirmetir átøk, ið verða sett í verk. Á
tann hátt kann lærarin tillaga undirvísingina eftir tørvi og avbjóðingum hjá næmingum, so øll fáa verið
við og fáa okkurt burtur úr undirvísingini.
Leikluturin hjá lesivegleiðara er at vera samstarvsfelagi hjá faklærara í arbeiðinum at menna undirvís-
ingarførleikar. Tí er síðsta evnið í loggbókini hjá faklæraranum: Hvat havi eg tørv á at tosa við lesiveg-
leiðaran um (t.d. hvussu arbeiði eg best við torførum fakorðum)?
Um starvsfelagin ikki spyr ella luftar tonkum, eigur tú at hava fyrireikað mál ella spurningar, sum tú vilt
tosa um. Tá tú soleiðis vísir áhuga fyri undirvísingini hjá starvsfelaganum, fer hann/hon óivað at fáa hug
at tosa við teg um sínar avbjóðingar og hvørji mál, hann/hon setir sær.
Hvat havi eg tørv á at tosa við lesivegleiðaran um?
Góð ráð til avbjóðandi støður í leiðmenningini
Niðanfyri fært tú nøkur góð ráð við á vegnum um støður, sum kunnu verða avbjóðandi fyri teg í arbeiði-
num sum leiðmennari. Í so at siga øllum bókum um at leiðmenna starvsfelagar finnur tú dømi um hesar
støður. Sostatt er tað ikki bara tú, ið hevur hesar avbjóðingar. Legg tær tað í geyma, ver tolin, áhaldandi
og greið/ur í samskiftinum við starvsfelaga.
Í Lesivegleiðaraverkætlanini spurdu vit lesivegleiðarar um arbeiðsuppgávurnar. Hvørjar arbeiðsuppgáv-
ur tey vildu havt betri tíð til, og hvørjar tey vildu brúkt minni tíð til. Flestu lesivegleiðarar svaraðu, at
tey fegin vildu brúkt meiri tíð til at vegleiða starvsfelagar, men at starvsfelagar hinvegin ikki brúktu tey
nógv. Ætlar tú tær í holt við at leiðmenna starvsfelagar, verður fyrsta avbjóðingin óivað, at tað fer at
krevja sítt at verða boðin inn í floksstovuna hjá starvsfelaganum og at sleppa at vera við í undirvísingini.
Hóast leiðmenning og samstarv eru kend fyribrigdi, so steðgar samstarvið fyri tey flestu við dyrnar til
flokshølið.
Vit mæla tær til at vera tolin. Byrja við einum ella fáum starvsfeløgum, sum brenna fyri yrkinum, og
sum tú kennir frá toymisarbeiði ella øðrum arbeiðsuppgávum. Spyr spurningar, sum vísa áhuga fyri
arbeiðinum hjá starvsfelaganum, og finn á tann hátt fram til, hvat hevði verið ein skilagóð tilgongd. Mæl
starvsfelaganum til at lata næmingarnar arbeiða við viðkomandi strategium ella amboðum, antin í lesi-
ella skriviuppgávum í fakinum. Bjóða teg somuleiðis fram at koma í flokkin at ímynda, hvussu næming-
arnir eiga at arbeiða við strategi ella amboði. Tá ið tú soleiðis vísir teg sinnaða/n at átaka tær leiklutin
hjá starvsfelaganum, eru flestu lærarar sinnaðir at royna tíni tiltøk. Eisini um tað vil siga, at tú verður til
staðar í undirvísingini.
‘Um at bróta múrin rundan um floksstovuna niður’