29
NÁM 2017
5. Næmingarnir arbeiða við strategi/amboði
Her skrivar tú, hvussu leingi næmingarnir arbeiða við nýggju strategiini, og hvørja afturboðan teir fáa
um arbeiðið. Næmingarnir eiga at fáa høvi at seta seg inn í strategiina, eisini um arbeiðið við henni er í
eini fakligari heild. At arbeiða við strategiini gevur næmingunum ofta eitt gott yvirlit yvir fakliga evnið
og er ein góður háttur at ogna sær faklig hugtøk. Tískil er fakundirvísing og strategiundirvísing tvær
síður av somu søk.
Okkara royndir eru, at tað kann vera drúgt at fáa faklærara at síggja, at tíðin til arbeiðið við strategium
er væl farin. Tað kanska tykist, sum ov nógv tíð fer frá fakundirvísingini. Okkara royndir eru eisini, at
faklærarin lutfalsliga skjótt sær, at næmingar í roynd og veru læra um fakið, tá ið tey arbeiða tilvitað og
skipað við upplýsingum í tekstinum. Tað loysir seg altíð at taka samanum arbeiðið hjá næmingunum og
endurtaka ‘hvussu og hví’ í strategiini. Dugnaligir næmingar fanga tað skjótt, meðan veikir næmingar
serliga fáa ágóðan av greiðum endurtøkum.
6. Hvussu áhugaðir og virknir eru næmingarnir?
Undirvísir tú (ella ímyndar strategi fyri næmingum), brúkar tú vanliga nógva orku at taka samanum og
hugsa fram í undirvísingarætlanini. Tað kann tí vera trupult eisini at náa at kanna, um allir næmingar vísa
áhuga fyri strategiarbeiði, og um teir í roynd og veru arbeiða væl. Her kann lesivegleiðarin hjálpa faklær-
ara, tí tvey eygu eru afturat at fylgja við næmingunum. Við støði í tí, sum lesivegleiðari hevur skrivað, ber
til at næmingalaga arbeiðsuppgávurnar hjá næmingum og krøvini, sum lærarin setir hvørjum næmingi.
7. At fyrireika nýggja lesiuppgávu
Hesin teigur snýr seg um, hvussu lærari setir skjøtil á nýggja lesiuppgávu. Her skrivar tú, um starvsfelagin
minnist til at greiða frá endamálinum við at lesa tekstin og roynir at fáa forkunnleikan hjá næmingunum
fram. Eisini skrivar tú, um starvsfelagin ger næmingarnar varar við avbjóðandi fakorð í tekstinum ella
biður teir strika undir óskiljandi orð í tekstinum. Óivað fert tú at hava ein leiklut í uppgávuni. Tí mást tú
sjálvandi hava kunnað teg um tekstin frammanundan og fyrireikað teg.
8. Eru ávís tiltøk fyri næmingar við serligum avbjóðingum
Henda uppgáva eigur at vera tín ábyrgd. Kanna, um næmingar eru í flokkinum við serligum avbjóð-
ingum í lesing, og um teir brúka kt-stuðul og onnur hjálparamboð, um tey eru tøk. Hava næmingarnir
ikki atgongd til hjálparamboð, mást tú fáa broyting í.
At taka samanum í Eygleiðaravegleiðingini hjá lesivegleiðara
Eygleiðaravegleiðingin hjá lesivegleiðara hevur ein teig til at skriva niðurstøður um viðmerkingar, og
hvat tú skalt minnast til at tosa við faklæraran um.
Minst til, at tú óivað hevur sæð nógv meira enn tað, tit hava avtalað at savna tykkum um. Tosa tí altíð út
frá tí, tit hava avtalað, og ger av, hvat tað týdningarmesta er at taka upp fyri fyrst.