VLS-handbók - page 22

22
NÁM 2017
At ímynda eina strategi fyri næmingum og starvsfeløgum er ein heldur ónatúrlig tilgongd. Sum lærarar
eru vit von at leiðbeina næmingar, um hvussu teir skulu arbeiða við onkrum. Men í tilgongdini eru vit
ikki von við at geva teimum innlit í tað, sum fer fram inni í høvdinum á okkum. At hugsa hart í tilgongd-
ini kann tykjast sum at spæla sjónleik fyri næmingum og kann tískil virka ónatúrligt. Men júst hesin
partur av ímyndanini stuðlar veiku næmingarnar. Tey fáa eina fyrimynd av ‘góðu hugsanini’, sum tey
kunnu brúka. Sig við næmingarnar, at tú nú hugsar hart, so teir kunnu fylgja tankagongd tíni. (Nú bjóði
eg tykkum inn í mítt høvd. Eg hugsi hart, so tit kunnu fylgja mínum tonkum. Hetta minnir um sjónleik.)
Tá ið tú ímyndar fyri næmingum, vísir tú teimum, hvussu tú hugsar, meðan tú arbeiðir, og hví tú hugs-
ar soleiðis. Hetta má ikki taka ov drúgva tíð, tí annars megna næmingarnir ikki at hugsavna seg. Vel
eitt stutt brot til at ímynda strategi. Síðan kanst tú fáa næmingarnar meiri við í at venja hana. Tú kanst
ímynda strategiina aftur í næsta broti og spyrja næmingarnar, um teir hugsaðu líka? Loyv øllum svarum
framat og viðurkenn tey, men legg dent á góð uppskot og tankar og greið vinaliga frá, hvat møguliga er
eitt heldur verri svar ella uppskot. Næmingarnir skulu helst ikki fáa ta fatan, at bert ein máti er rættur.
Tá næmingarnir sjálvir skulu arbeiða við strategiini, hevur tú møguleika at hjálpa veikum næmingum at
skilja, hvussu og hví við strategiini, um tú beinleiðis stuðlar teimum í tilgongdini (gevur arbeiði teirra
við strategiini skap).
Tú mást tí hava eitt gott yvirlit yvir tilgongdina og stigini í henni. Spyr teg: Hvat hugsi eg, og hvat geri
eg fyri at gera hetta? Tað stuðlar serliga veikum næmingum í arbeiðinum við strategium, at tey fáa yvirlit
yvir stigini í tilgongdini. T.d. at tú vísir á: ‘Tað eru fýra stig í tilgongdini. Fyrst hyggi eg at yvirskriftun-
um, tá fái eg varhugan av, hvat teksturin er um. Fyrsta yvirskriftin ljóðar ... Síðan fari eg ...’. Síggj til,
at samanhangurin millum hvørt stig og heildina er greiður fyri næmingarnar. T.d. tak upp aftur, hvat tú
gjørdi fyrst, og hvat tú nú fert í holt við, og hví tað er týdningarmikið.
Tá ið tú greiðir næmingum frá, hví strategi/amboð gagna, ræður um at seta strategi/amboð í eitt høpi,
sum gevur meining, (hvønn týdning hevur hetta í sambandi við fakliga lesing yvirhøvur?). Og gáa eftir,
um næmingarnir veruliga skilja teg.
At ímynda
Vil tú duga betur at ímynda, hvussu tú brúkar strategi, mást tú venja teg. Stilla teg framman fyri speglin-
um og ímynda tær, at tú stendur framman fyri flokkinum og læraranum. Tað er heldur trupult bæði at
síggja seg í speglinum og at hugsa hart, men tað ber til. Men betri er at hava ein málbólk at ímynda fyri.
Í fyrsta lagi kann tað vera ein starvsfelagi, sum eisini kann skriva niður, soleiðis at tit aftaná kunnu fara
ígjøgnum ímyndanina saman. Men allarbest er, um tú filmar teg í veruligu støðuni í flokkinum. Síðan
hyggur tú at upptøkuni í frið og náðum og metir um avrikið (t.d. út frá minnislistanum niðanfyri).
Minnislistin niðanfyri kann verða tær til hjálpar, tá tú fyrireikar teg til at ímynda.
Hvussu kanst tú venja teg at vísa hugsan (at ímynda)?
1...,12,13,14,15,16,17,18,19,20,21 23,24,25,26,27,28,29,30,31,32,...52
Powered by FlippingBook