15
NÁM 2017
Næmingurin skal eisini seta spurningar til tekstin, meðan hann/hon lesur. Á tann hátt virkar strategiin
sum eitt amboð at gerast tilvitað/ur um torskild ella ógreið brot í tekstinum, t.d. tí lesarin ikki hevur
neyðuga forkunnleikan til tekstin. Tað krevur, at lesarin hevur metakognitiva tilvitan (er tilvitað/ur um,
hvat hon/hann fær burtur úr at lesa).
Í flestu førum er tað ikki so krevjandi at seta faktuellar spurningar (á regluni) til tekstin. Avbjóðingin
veksur tó við longd á teksti og mongd av upplýsingum. Tað er jú meiri krevjandi at seta spurningar um
‘niðurstøðu’(millum reglurnar), men slíkir spurningar leiða ofta til eina djúpari fatan av tekstinum. At
koma til niðurstøður krevur, at lesari hevur nógvan forkunnleika, jú minni tú veitst um evnið, jú torførari
er at skilja tað undirskilta í tekstinum.
Spurningar til tekstin
Hvat?
Hvussu?
Hví?
Staklutir í strategiini
Spurningar til tekstin, áðrenn eg lesi. Hesir spurningar virka sum lesi-
mál. Tá liðugt er at lesa, svarar lesarin spurningunum og kannar sostatt
sína tekstfatan.
Lesarin setir sær nakrar spurningar til tekstin fyri at skilja og minnast.
Meðan lisið verður, hevur lesarin í huga, um hann/hon kann svara
spurningunum. Á tann hátt kannar lesarin fatan sína og vitan.
Spurningar eru við til at lata eyguni upp, tí teir vísa lesara á, hvat hann/
hon hugsar. Við spurningum ber til at varpa ljós á torskildar partar av
tekstinum ella torførar trupulleikar og høpi. Spurningar hjálpa lesara at
halda seg til tekstin og at grunda um, hvat hann er um. At seta spurn-
ingar er ikki tað týdningarmesta, men tankarnir, sum leiða til teir. Tá tú
svarar spurningum tínum, kannar tú, um tú veruliga hevur skilt tekstin
og minnist innihaldið.
1. Fyrst meti eg um tekstin fyri at fáa varhuga av, hvat høvund-
urin ætlar við evninum.
2. Síðan hugsi eg um, hvat eg longu veit um evnið, og hvat mær
tørvar at vita.
3. ið støði í hesum metingum seti eg mær nakrar spurningar um
høvuðsevni/spurdómar. Eg kann t.d. brúka mítt lesimál, yvir
skriftir, myndir ella evnissetningar sum spurningar til tekstin.
4. Meðan eg lesi (ella aftaná) svari eg spurningunum og kanni
á tann hátt, um eg havi skilt tekstin ella tað týdningarmesta í
honum.
6. kassi. Strategiin: Spurningar til tekstin. - Hvat, hvussu og hví.