VLS-handbók - page 11

11
NÁM 2017
ger teimum greitt, hvat endamálið við lesingini er. Helst orðað sum spurningar, ið tey svara við støði
í tekstinum. Bið tey meta um tekstin og finna brot, sum svara spurningunum (endamál við lesingini).
Tosið síðan saman um arbeiðið og bið tey grundgeva svarini.
Stinnir næmingar kenna skjótt ágóðan av strategiini. Tú kanst bjóða teimum av við hesum uppgávum:
Næmingarnir leggja eina ætlan fyri eina lesileið í tekstinum og gjøgnumganga hana í flokkinum,
áðrenn øll lesa tekstin.
Næmingarnir fáa sum uppgávu at orða eitt endamál til eina lesiuppgávu (t.d. at leita eftir ávísum
upplýsingum) ella til ávíst tekstaslag (t.d. finna atvoldina til kríggið og avleiðingar av tí). Endamálið,
sum næmingarnir áseta, verður síðan brúkt í øllum flokkinum, tá tey arbeiða við tekstinum í mun til
endamálið.
Strategiin er ikki ein vanlig lesistrategi, heldur ein skrivistrategi! Tá ið næmingur skrivar ein tekst og hev-
ur avgjørt yvirskipaða bygnaðin, og hvør málbólkurin er, er tíðin komin at hugsa um, hvussu teksturin
kann gerast so lættur at lesa sum møguligt. Ein háttur er t.d. at skriva innleiðandi evnissetning til hvørt
reglubrot. Hetta er ein góð loysn, tí tað kann jú vera gott hugskot at gera lesara tilvitaðan um evnissetningar
í faktekstum. Her er umráðandi at minnast, at evnissetningur ikki vísir á týdningarmesta innihaldið í
reglubrotinum, men bendir á, hvat tað snýr seg um. Ella ein áminning um innihald.
At finna evnissetning krevur í fyrstu atløgu, at næmingurin veit, hvat eitt nýtt brot snýr seg um. Síðan, at
næmingurin dugir at hava eina støðu til evnið, sum hann/hon júst hevur lisið. Kann spyrja seg: Hvat er
tað nýggja ella tað, ið verður nærri umrøtt í næsta broti? Næmingar, ið hava ilt við at skilja tað, tey lesa,
kunnu hava ilt við at fáa sum mest burtur úr hesi strategi.
2. strategi: Evnissetningur
2. kassi. Undirstrikaður tekstur er dømi um evnissetning í hvørjum broti.
Jørðin er ein gongustjørna, sum melur um sólina í eini ávísari ringrás.
Sjey gongustjørnur
afturat mala um sólina. Til samans eru sólin, jørðin og inar gongustjørnurnar ein sólskipan.
Rúmdin fevnir um óendaliga nógvar sólskipanir.
Sólskipan okkara er stór.
Frá jørðini til sólina eru um leið 150 milliónir kilometrar. Næst
sólini er gongustjørnan Merkur, sum er tann minsta gongustjørnan. Síðan koma Venus,
jørðin og Mars.
Hesar fýra gongustjørnurnar nevna vit vanliga tær innaru gongustjørnurnar.
Millum Mars og Jupiter er smástjørnubeltið.
Tað hevur í sær alt frá eyri og steinum til kilo-
metur stórar klettar, sum eru leivdir frá tíðini, tá sólskipanin varð til.
1...,2,3,4,5,6,7,8,9,10 12,13,14,15,16,17,18,19,20,21,...52
Powered by FlippingBook