VLS-handbók - page 13

13
NÁM 2017
At gera hugarok er eingin krevjandi uppgáva, tí tað er ein so óskipað tilgongd, sum næstan kemur av
sær sjálvari. Mátin er góður at fáa forkunnleika fram hjá næmingum. Einasta fortreyt er, at hann rennur
teimum í hug, og at tey í høvuðsorðum festa hann á blað (ella sum súmbol, tekn ella tekningar).
Hugakort hinvegin eru kognitivt (og vitanarliga) meiri krevjandi, tí tey eru flokkað eftir evni. At gera góð
og greið hugakort krevur, at næmingur kennir til hættir at flokka vitan (t.d. í lærugreinini) og dugir at
skipa punkt í bólkar
3. strategi: Hugakort
Hugakort
Hvat?
Hvussu?
Hví?
Staklutir í strategiini
Eitt hugakort er yvirlit yvir bólkar í einum evni, sum er býtt í lutarevni.
Við hugakortum skipi eg vitan um eitt evni í lutarevni. Evni og lutarevni,
sum eru partar av hesum, verða sett upp sum ein sól við einum rund-
ingi mitt á pappírinum til evnið og við strik-um út frá til hvørt lutarevni
og upplýsingar undir hesum.
Finni eg evnissetningar til brot í teksti, fái eg eitt gott yvirlit yvir evnið í
tekstinum og upplýsingar, sum eg fari at lesa meiri um. Havi eg í huga
endamálið við lesingini, veit eg eisini, um eg skal nærlesa hvørt brot
ella fara lættliga um ávísar partar.
1. Fyrsta stig er at gera eitt hugarok. Eg skrivi høvuðsorð
niður um evnið.
2. Síðan skipi eg høvuðsorðini í evni (lutarevni).
3. So geri eg hugakort við at skriva høvuðsevnið í runding á
miðjuni og tekni strikur út til hvørt lutarevni.
4. At enda skrivi eg øll høvuðsorð, sum hoyra til sama evnið,
við hvørja striku. Eru aftur onnur evni undir hesum (t.d. dømi
um meginhugtøk ella ein flokking), tekni eg aftur strikur út frá
lutarevninum.
4. kassi. Strategiin: Hugakort. - Hvat, hvussu og hví.
1...,3,4,5,6,7,8,9,10,11,12 14,15,16,17,18,19,20,21,22,23,...52
Powered by FlippingBook