VLS-handbók - page 9

9
NÁM 2017
Nr.
1
Forkunnleika hjá næmingum
“Met um tekstin” + lesiendamál
2
Innihald í parti
Evnissetningur
3
Forkunnleika hjá næmingum
VYL:
brúka forkunnleika
(hugarok og hugakort)
4
Týðandi lutir í teksti
VYL:
spurningar til tekst og svar
5
Kend fakorð
“Gita eitt orð”
6
Kend fakorð
Orðkunnleikakort
7
Týðandi lutir í teksti
Yvirskriftir til tekstabrot (taka
samanum í einum setningi)
Dentur á
Amboð ella strategi
1. talva. Yvirlit yvir fatanarstrategiir og amboð í Lesivegleiðaraverkætlanini.
Áðrenn lesivegleiðari ímyndaði eina strategi í flokkinum fyri lærara og næmingum, fór hann/hon
ígjøgnum hvat, hvussu og hví saman við faklæraranum. Hesin vísti lesivegleiðaranum á týðandi fakligt
innihald í tekstinum, umframt faklig mál. Lesivegleiðarin ímyndaði strategiina í flokkinum fyri lærara
og næmingum, og vikuna eftir býttu teir um leiklut: nú átti faklærarin tørn at ímynda strategiina, meðan
lesivegleiðarin eygleiddi. Síðan hongdu tey uppsløg í A3 stødd við strategium upp í flokkinum og góvu
hvørjum næmingi sær somu ørk í A4 stødd. Á uppsløgunum stóðu upplýsingarnar, sum verða gjøgnum-
gingnar niðanfyri, men orðaðar á ein næmingavinaligan hátt.
Vit fara nú ígjøgnum mannagongd og endamál fyri hvørja av teimum sjey fatanarstrategiunum, sum
lesivegleiðarar arbeiddu við í VLS-verkætlanini. Fyri hvørja fatanarstrategi ella amboð fara vit ígjøgnum
hetta:
“Hvat, hvussu og hví” í VLS-strategiunum
1. “Hvat, hvussu og hví” í VLS-strategiini.
2. Uppskot um at laga strategi/amboð til næmingar.
“Met um tekstin” er løtt hjá øllum næmingum at brúka og setir ikki stór krøv til forkunnleika ella lesifør-
leika. Tí er strategiin serstakliga hent at brúka til líka mikið hvørja lesiuppgávu. Hon gevur næmingum
møguleika at brúka viðkomandi forkunnleika og at leggja eina ætlan fyri at nærlesa tekstin í mun til
endamálið.
1. strategi: Met um tekstin
1,2,3,4,5,6,7,8 10,11,12,13,14,15,16,17,18,19,...52
Powered by FlippingBook