16
NÁM 2017
At seta sær spurningar til tekst krevur miðvísa tilgongd og yvirlit. Tað kann hjálpa ivandi næmingum, um tú:
“Gita eitt orð” er ikki lesistrategi, men eitt amboð, sum lærarin kann brúka fyri at fáa næmingar tilvit-
aðar um, hvat teir vita um týðandi yrkisorð og hugtøk í einum evni. “Gita eitt orð” er somuleiðis hent
til at eftirmeta, hvat næmingar vita um orð. Strategiin er løtt at brúka í flokkinum, men lærari má vita,
at hon krevur, at næmingarnir duga at málbera seg, hava fakligar fortreytir og metakognitiva tilvitan.
Næmingurin skal skrivliga greiða frá fakorðunum, sum lærarin hevur valt. Síðan skal næmingurin lesa
yrkistekstin, finna valdu orðini og lesa samtekstin so mikið gjølla, at hann/hon kann meta, um skrivliga
frágreiðingin er í samsvar við, hvussu orðið verður brúkt í tekstinum. Tað kann verða fyrimunur at seta
fjórða teigin á arbeiðsarkið: ‘Hvat annað fekk eg greiðu á?’. Á henda hátt verður pláss á arbeiðsarkinum
fyri frágreiðingum úr orðabók, av netinum o.s.fr.
Hvussu laga vit strategiina til næmingin?
5. strategi: Gita eitt orð
gevur teimum yvirlit yvir sløg av spurningum (hvussu, hví ...). Yvirlitið kunnu tey hava at stuðla seg til,
tá tey orða spurningar.
biður teir skriva yvirskriftir í tekstinum um til spurningar. Yvirskriftir snúgva seg vanliga um tað
týdningarmesta í teksti.
biður teir orða tríggjar spurningar um fakta.
biður teir orða tríggjar dýpandi spurningar til spurningarnar um fakta, sum tey longu hava arbeitt við.
Stinnir næmingar kunnu:
orða ymisk sløg av spurningum og grundgeva fyri hvørji sløg av svarum, teir elva til.
Spurningar til tekstin
Hvat?
Hvussu?
Staklutir í strategiini
Kanna, hvønn kunnleika næmingur hevur til týðandi yrkisorð, áðrenn
hann/hon lesur tey í fakteksti.
Eg greiði frá týdninginum av nøkrum yrkisorðum, sum lærarin hevur
valt, tí tey standa í yrkisteksti, sum eg skal skilja.
1. Fyrst skrivi eg frágreiðing til øll orð á listanum. Kenni eg
ikki eitt orð, seti eg spurnartekin út fyri.