26
NÁM 2017
Tá ið tú hevur fingið eyga á tørvin, kanst tú koma við einum ella fleiri uppskotum, sum passa til ynskini
hjá starvsfelaganum. Spyr og mæl til:
1. Hevur tú nakrantíð hugsað um ...?
2. Heldur tú, at henda strategi riggar í fakinum og flokkinum?
Greið gjølla frá endamáli við virksemi/strategi og mannagongdini, so starvsfelagin skilur ætlanina við
strategiini/amboðnum. Gerið saman ein lista yvir tey virksemi, sum starvsfelagin vil brúka í undirvís-
ingini.
Tá ið semja er um, hvat gerast skal, er tíðin komin til at gera greiðar avtalur um fakligu lesingina í flokkin-
um. Umráðandi er, at tú og starvsfelagin skilja hvør annan og hava gjørt greiðar avtalur um, hvør hevur
ábyrgd av hvørjum. Gott hugskot er at gera skrivliga avtalu um hetta. Hon er síðan bindiliður millum teg
og faklæraran um virksemið í flokkinum. Dømi um slíka avtalu er 5. fylgiskjal.
Faklærarin og tú velja í felag tekstabrotið, sum tú brúkar í ímyndanini. Tað skal ikki vera ov langt, tí
ímyndanin skal helst ikki vara longri enn eitt korter. Minst til at fáa greiðu á fakliga kjarnanum í brotin-
um, so tú veitst, hvørjum staklutum í tekstinum tú skalt taka støði í.
Tá ið tú og starvsfelagin hava avtalað, hvørjar strategiir ella amboð tú fert at kunna um í flokkinum,
hvønn tekst tú tekur støði í, og hvat í tekstinum hevur fakligan týdning, fara tit til næsta stig: at tú
ímyndar strategi ella amboð í flokkinum.
Eitt gott hugskot er at geva starvsfelaganum ark at viðmerkja á, meðan tú ímyndar eina fatanarstrategi í
flokkinum. Ætlanin við arkinum er at hjálpa faklæraranum at festa seg við týðandi staklutir í ímyndanini.
Meðan tú ímyndar, eygleiðir faklærarin teg og skrivar niður spurningar og tankar í hesum sambandi.
Á tann hátt tryggjar tú tær, at starvsfelagin leggur seg eftir júst tí, sum tú velur at leggja dent á við
ímyndanini. Viðmerkingarnar eru frálíkt grundarlag at tosa út frá aftaná, tí eygleiðingarnar hjá starvs-
felaganum og prátið kunnu geva tær týðandi innlit í avrik títt, og hvussu tað kann gerast betri.
Í Lesivegleiðaraverkætlanini arbeiddu søgulærarar við einum arki við fýra tættum. Allir snúðu seg um,
hvussu fatanarstrategiir vóru lagdar fram:
- Lesivegleiðarin greiðir við næmingavinaligum orðum frá ‘hvat’, ‘hvussu’ og ‘hví’? í strategiini/
uppgávuni.
- Lesivegleiðarin hugsar hart í tilgongdini, so næmingarnir kunnu fylgja tankagongdini.
- Hvussu taka næmingarnir ímóti gjøgnumgongdini hjá lesivegleiðaranum?
- Annað, tú varnaðist?
Hesir tættir koma aftur í eygleiðaravegleiðingini hjá lesivegleiðara og verða viðmerktir í tí brotinum. Tú
sært arkið til faklærara at viðmerkja á í 3. fylgiskjali.
Ark til faklærara at viðmerkja á