31
NÁM 2017
Tað kann avgjørt vera ein avbjóðing at hava kikarasjón og bara hugsa um tað, sum starvsfelagin og tú
hava avtalað. Men tað er, sum sagt, neyðugt at byrja á einum stað, og har dugir tú best at gera av, hvat fer
at gagna best læring og tekstfatan hjá næmingunum.
Loggbókin, har tú skrivar tankar tínar, stuðlar tær at áseta langtíðarmál. Nært tú ikki at fáa við, hvussu
arbeiðið hjá næmingum gongur, miðsavnar tú teg um hetta næstu ferð, starvsfelagin ímyndar. Tú kanst
eisini filma næmingarnar, og tá er púra greitt, hvat hendir aftan fyri ryggin á tykkum. Næmingarnir venja
seg skjótt við, at tit filma, t.d við einum i- Paddi.
-
Tað er ein avbjóðing at vísa á og mæla til átøk, so faklærari ikki uppfatar tað sum atfinning.
-
Tað er ein avbjóðing at koma við øðrvísi virksemi til veikar/dugnaligar/líkasælar næmingar.
At leiðmenna starvsfelagar snýr seg í roynd og veru um virðing. Gloym ikki, at arbeiðshátturin hjá lær-
ara er partur av persónleikanum. Tí mást tú vera varin, um tú mælir til broytingar. Miss ikki mótið, um
starvsfelagin kemur við undanførslum ella kveistrar uppskot tíni burtur. Á
s. 36 er meiri at lesa um at
handfara truplar støður í leiðmenningini.
Kennir tú ikki flokkin frammanundan, er sera trupult at fáa eyga á, hvat veikum og dugnaligum
næmingum tørvar. Tosa við starvsfelagan um royndir hansara, og hvat hann/hon plagar gera. Tosa eisini
við læraran í føroyskum ella læraran, sum leggur lesiundirvísingina hjá veiku næmingunum til rættis.
Óivað hava tey góð hugskot, sum tú kanst byggja á.
3. Leiðmenning
Í Lesivegleiðaraverkætlanini fekk hvør lesivegleiðari høvi at kjakast við VIS-bólkin um tankar og spurn-
ingar. Tað kundi vera í telduposti, ella tá VIS-bólkurin vitjaði skúlan. Somuleiðis hittust lesivegleiðarar á
mánaðarligum netverksfundum at tosa um royndir sínar.
Gott hugskot er at avtala fundir við aðrar lesivegleiðarar, tá ið tú fert í holt við at leiðmenna starvsfelag-
ar. Har kanst tú fáa hjálp og stuðul í arbeiðinum. T.d. kann vera hent at bjóða lesiráðgevanum í økinum
við á netverksfundir, so ráðgevin kann bera víðari ynski tykkara um t.d. tilfar og eftirútbúgving .
Hvussu fært tú sparrað?
Loggbók faklærarans at skriva tankar í
Sum nevnt omanfyri, er tað rættiliga krevjandi at broyta vanar. Ofta krevur tað, at tú sært teg omanífrá
og hugsar um, hvørji val og frával, tú gert og hví: er tað lættari fyri meg, ella er tað fyri at stuðla ávísum
næmingum? Ein skipað loggbók at skriva tankar í er ein góð hjálp í slíkum føri. Vit mæla tær tí til eisini
at mæla starvsfelaganum til at hugsa um sínar vanar sum liður í hesi menning. Tað er væl farin tíð.
Afturlítandi viðmerkingar seta orð á tankar og hugleiðingar, sum koma so hvørt. Tit kunnu kjakast um
viðmerkingarnar, og tær hjálpa til at síggja menningina so hvørt, við øllum til- og frávalum.