VLS-handbók - page 27

27
NÁM 2017
Tá ið tú hevur ímyndað í flokkinum, eiga tú og starvsfelagin at hittast og tosa um eyðleiðingina og
spurningar. Bið faklæraran siga tær, hvat hann/hon eygleiddi í ímyndan tíni. Vís áhuga fyri frávíkjandi
viðmerkingum, men halt fast í evninum (hatta er ein áhugaverd eygleiðing, sum eg fegin vil tosa við teg
um, men latið okkum fyrst ...). Minst til at vera jalig/ur yvir fyri spurningum og atfinningum. Brúka tey
at nágreina ‘hví’ og ‘hvussu’? í strategiini fyri starvsfelaganum og brúka kjakið at umhugsa, hvussu tú
møguliga kanst menna ímyndan tína. Lurta eftir broytingaruppskotum, men gloym ikki, at hesi broyta
ikki endamálið við strategiini. Um neyðugt, greiðir tú starvsfelaganum frá, hvat endamálið er við strate-
giini, og hví broytingaruppskot ikki tæna endamálinum.
Tá ið tú hevur ímyndað strategi/amboð fyri starvsfelaganum, býta tit um leiklut. Nú er tín túrur at eyg-
leiða, hvussu starvsfelagin ímyndar, og hvussu næmingarnir arbeiða við strategiini. Minst til at avtala við
faklæraran, hvat tú kemur at eygleiða, meðan hann/hon ímyndar í flokkinum (at tú hyggur t.d. at hvussu
og hví? í strategiini).
Nógv ymiskt hendir samstundis í eini floksstovu. Lætt er at lata seg órógva, og trupult er at minnast stak-
lutir aftaná. Tí er so týdningarmikið, at tú skrivar niður so hvørt (ella filmar starvsfelagan), so veruligar
eygleiðingar eru grundarlagið undir kjakinum aftaná (sí niðanfyri um eygleiðaravegleiðing hjá lesiveg-
leiðara).
Fundur um, hvussu lesivegleiðari ímyndar virksemið í flokkinum (faklærari eygleiðir)
Á hesum fundi skifta lesivegleiðari og faklærari orð um royndirnar hjá faklæraranum at ímynda fatan-
arstrategiina. Byrja við at spyrja starvsfelagan, hvussu tað gekst. Umráðandi er, at tú letur starvsfelagan
greiða frá síni uppliving og fatan, áðrenn tú leggur uppí. Tær nýtist ikki at óttast fyri at gloyma, hvat tú
skalt siga. Tú hevur jú skrivað tað niður í eygleiðingarvegleiðingina.
Minst til at vísa faklæraranum tað góða í hansara ímyndan og gloym ikki at rósa. Sjálvandi rósar tú
bert tí, ið veruliga er gott. Tosa viðurkennandi (beinleiðis og ítøkiliga) og far ígjøgnum alt tað positiva í
ímyndanini/arbeiðinum hjá faklæraranum.
Vís ikki á veikleikar ella skeivleikar í ímyndanini, men lýs, hvat tú hevur eygleitt, og lat starvsfelagan
sjálvan svara: “Eg gáaði eftir, at tú ... Hvat heldur tú um tað?” Tak støði í ‘hvussu’ og ‘hví’? í strategiini.
Við hesum í huga gert tú av, hvat tit serliga leggja dent á næstu ferð. Nevn uppbyggjandi uppskot um
ábøtur (kanska kundi tú eisini ... – hvat heldur tú um tað?).
Fundur um, hvussu faklærari ímyndar fatanarstrategi/amboð
Skilagott er at hava ávís viðurskifti í huga (eina eygleiðaravegleiðing), tá ið tú fert at eygleiða starvs-
felagan, sum ímyndar eina fatanarstrategi fyri flokkinum. Vegleiðingin stuðlar tær at halda fast í, hvat
tú eygleiðir: at faklærarin ímyndar og/ella onnur viðurskifti í flokkinum av týdningi fyri læringina (t.d.
veikir lesarar, ófriðarligir næmingar). Tú skalt ikki leggja teg eftir øllum, sum hendir í flokkinum. Bert tí,
sum tú hevur avtalað við starvsfelagan, at tú fert at eygleiða.
Eygleiðaravegleiðing hjá lesivegleiðara
1...,17,18,19,20,21,22,23,24,25,26 28,29,30,31,32,33,34,35,36,37,...52
Powered by FlippingBook