18
NÁM 2017
Orðið
Mítt uppskot
um, hvat orðið
merkir
Orðafrágreiðing
úr tekstinum
gongustjørna
ringrás
sólskipan
smástjørnubelti
Stjørna sum
gongur runt
um sólina
Stjørnumynd,
sum líkist
einum belti
Til samans eru
sólin, jørðin og
hinar gongu-
stjørnurnar ein
sólskipan.
... alt frá eyri
og steinum til
kilometur stórar
klettar, sum eru
leivdir frá tíðini,
tá sólskipanin
varð til.
8. kassi. Dømi um talvu brúkt til ”Gita eitt orð”.
Orðkunnleikakort eru ei heldur strategi, men líka sum “Gita eitt orð” eitt amboð, ið lærari velur fyri at
menna fakliga orðatilfeingið og hugtøk hjá næmingum. Strategiin setir stór krøv til málsliga flokkan og
semantisk net hjá næmingum (sambond millum orð í langtíðarminni). Hinvegin hjálpir strategiin at skipa
týðandi vitan um týdning av orðum.
Orðkunnleikakort hava týðandi upplýsingar um t.d. faklig hugtøk og eru tí eisini væl egnað saman við
viðmerkingum, tá ið frágreiðandi tekstir verða lisnir um týðandi sereyðkenni við persónum, djórum,
plantum ella lutum. Upplýsingar í frágreiðandi teksti eru ofta skipaðar so, at hvørt brot er um eitt nýtt
sereyðkenni ella funktión við lýsta hugtaki.
6. strategi: Orðkunnleikakort
Orðkunnleikakort
Hvat?
Hvussu?
Eitt yvirlit við týðandi upplýsingum (sereyðkenni) um fakorð/hugtøk
og týdning teirra.
Eg seti týðandi upplýsingar um orðið í grafiska talvu.
Talvan upplýsir um:
Týdning (allýsing)
Týðandi eyðkenni (eginleikar)
Dømi um orðið, t.d. undirbólkar
Onnur orð um sama evni, men í øðrum týdningi (tað er ikki ... )