VLS-handbók - page 23

23
NÁM 2017
Minnislisti: Ímyndan og ‘hvat’,’hvussu’ og ‘hví’?
Tá ið tú fyrireikar teg at ímynda strategi ella amboð í flokkinum, er hesin minnislisti
hentur at brúka. Hann umrøður týðandi viðurskifti, sum stuðla næmingum og lærara at
skilja ‘hvat’, ‘hvussu’ og ‘hví’? í strategi/amboði:
1. Kanst tú greiða næmingum týðiliga (so teir skilja) frá ‘hvat’, ‘hvussu’ og ‘hví’?
(neyvar frágreiðingar og dømi, men ikki fakmál)?
2. Hevur tú ein minnislista við grundleggjandi stigum/tilgongdum í strategi/amboði,
so faklærarin og tú kunnu brúka hann í eftirmetingini?
3. Hvussu ætlar tú at ímynda neyðugu hugsanina, meðan tú ert í gongd (hvørji
dømi og frágreiðingar ætlar tú at taka við í ímyndanina)?
4. Hvussu ætlar tú ítøkiliga at vísa á týdningin, strategiin/amboðið hevur fyri
vanligu lesingina?
5. Hevur tú hugsað um, hvussu tú kanst fáa næmingarnar við í virksemið?
6. Hevur tú hugsað um, hvussu tú kanst seta arbeiðið við amboði/strategi
saman við lesingini, so næmingarnir koma eftir, at hetta er hent at brúka,
tá teir lesa?
7. Annað?
12. kassi. Minnislisti til at ímynda fatanarstrategi.
Hvussu byrjar tú at leiðmenna starvsfelagar á skúlanum?
Í bókmentum um lesileiðmenning (Knight, 2007; Toll, 2005; Tovani, 2004) verður víst á, hvussu týðandi
skúlans leiðsla er í sambandi við tvørfakliga samstarvið um fakligar menningartilgongdir.
Tvørfakliga samstarvið inniber, at skúlans leiðsla stuðlar framsíggin
Leiðslan eigur at stuðla lesivegleiðara í arbeiðinum á økjum, sum hann/hon velur at fara undir, og í
sjálvari arbeiðstilgongdini fyri at fáa boðskapin út. Stuðulin frá leiðsluni eigur at vera sjónligur, bæði í at
skapa karmar fyri arbeiðið (seta fasta tíð á tímatalvuna hjá lesivegleiðara at arbeiða við faklærarum) og
at raðfesta arbeiðið í mun til aðrar verkætlanir og annað virksemi. Somuleiðis eigur skúlaleiðslan at gera
sítt til at eggja faklærarum at samstarva við lesivegleiðaran.
Júst tað sama søgdu luttakandi lesivegleiðarar í VIS-verkætlanini (Arnbak og onnur, 2014). Øll løgdu
dent á týdningin av, at leiðslan stuðlaði samstarvinum við starvsfelagar. Fleiri nevndu enntá, at í førum
var neyðugt at gera samstarvið við lesivegleiðaran til ein kravdan part av fakligu lesiundirvísingini, so
tað ikki var upp til einstaka faklæraran at velja, um hann/hon vildi í slíka samstarvstilgongd ella ei.
Tú eigur at gera øllum greitt, at samstarv títt við starvsfelaga tekur støði í virksemi og amboðum, sum
starvsfelagin ætlar at brúka, og ikki í nøkrum kravi frá skúlans leiðslu. Á tann hátt sleppur tú undan, at
starvsfelagi fatar teg sum umboðandi leiðsluna. Fyri teg er tað undir øllum umstøðum ein fyrimunur at
kunna leiðsluna javnan um ætlanina fyri árið og átaksøki. Á tann hátt tryggjar tú tær neyðugan stuðul,
tilfar og tíð til arbeiðið.
1...,13,14,15,16,17,18,19,20,21,22 24,25,26,27,28,29,30,31,32,33,...52
Powered by FlippingBook