19
NÁM 2017
Hví
Staklutir í strategiini
DØMI
Í yrkisteksti eru nógv fakorð, sum eg má kenna og duga á at skyna fyri
at fata faktekstir og brúka fakorð rætt, t.d. tá eg skrivi í lærugreinini.
Veit eg hetta um týðandi orð í fakteksti, fari eg eisini at skilja orðini, tá
eg lesi tekstin ella komi fram á tey í teksti í øðrum fakum.
1. Eg skrivi ella greiði frá týdninginum hjá orðinum (allýsing).
2. Eg skrivi dømi um týðandi eyðkenni ella eginleikar við orðinum.
3. Eg skrivi dømi við orðinum ella undirbólkar til orðið.
4. Eg skrivi onnur orð, sum minna um sama týdning.
9. kassi. Strategiin: Orðkunnleikakort. - Hvat, hvussu og hví.
10. kassi. Orðkunnleikakort, sum er fylt út.
Tað er ikki …
Allýsing
Eyðkenni
minsti partur av evni
ið kann vera til í sjálvs-
tøðugum líki
NaCl
altíð tað sama
sum eitt
frumevni, tí eitt
frumevni hevur
bert eitt slag
av atomum –
eitt mýl kann
innihalda fleiri
atom
Atomini hanga
Samanseting av einum
ella fleiri ymisk atomum
H2O (vatn)
CO2
Evnafrøðisamband
MÝL
Orðkunnleikakort eru málsliga krevjandi, men ein lærurík strategi. Duga veikir næmingar ikki neyðugu
málsligu flokkanina, fáa teir einki burturúr at arbeiða burturav við strategiini. Tú kanst stuðla ivandi
næmingum við at:
Hvussu laga vit strategiina til næmingin?
geva teimum eitt lutvíst skrivað orðkunnleikakort at arbeiða við, har uppgávan er avmarkað til at leggja
ávísar upplýsingar afturat.
avmarka uppgávuna so, at teir bara skriva dømi úr tekstinum til orðið.
brúka frágreiðingina í tekstinum til at allýsa orðið.
Stinnir næmingar skulu:
samanbera síni orðkunnleikakort við upplýsingar úr tekstinum og leggja fleiri upplýsingar afturat.
finna viðkomandi orð fyri tað mótsatta (møguliga greiða frá muni millum samheiti og andnevni).